Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Norðlýsinum, Alex Sólstein og Atlantic til Onglands

Oliver Joensen

Vitjið staðið har Churchill og Shakespeare vórðu bornir í heim. Ferðin gongur til sermerkta økið Cotswolds í Bretlandi frá 2. til 6 oktober.

Vit vitja Blenheim Castle, har Winston Churchill varð borin í heim og har hann eisini er gravsettur. Vakra býin Stratford on Avon, haðani Shakespeare stavar og Ann Hataway´s Cottage, føðistaðið hjá konu hansara. Eisini verður farið til Oxford, til Coventry, og vit búgva í sera vakra økinum Cotswolds, har tað finnast bygdir, har einki hús er yngri enn 200 ár. Hetta kann gerast ein sera hugtakandi ferð í vakra heystveðrinum í Onglandi.

Prísur úr 5995,- fyri morgunmat, døgurða, innivist, útferðir og flogferð.

Tilmelding á Norðlýsinum tlf. 45 62 85