Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vegagerðin Millum Hjalla er liðug: Byggivirksemið er nú byrjað Millum Hjalla

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Vegurin Millum Hjalla er liðugur, so nú sleppa fólk fram at grundstykkjunum har, og fyrsti grundstykkjaeigarin er byrjaður at grava út.

Samanlagt 45 stykki liggja við hendan nýggjasta bústaðavegin í kommununi, sum hevur fingið navnið "Millum Hjalla".

Hetta er tann ovasti av vegunum í hesum býlinginum á eystara armi, sum fevnir um “Millum Hjalla” ovast, “Undir Grashjalla” í miðjuni og “Oman Valrætt”, sum er tann niðasti vegurin.

Seinast vit frættu frá kommununi um “Millum Hjalla”, vóru á leið 24, svarandi til eina góða helvt av grundstykkjunum, seld, so roknast kann við byggivirksemi har, nú vegurin er liðugt gjørdur, hóast fíggjarligu fortreytirnar í samfelagnum í løtuni ikki eru heilt tær somu sum fyri stuttari tíð síðan.