Tað var ein sera fegin Rógvi Jacobsen, sum vit høvdu í telefonini hósdagin, tá ið tað var greitt, at hann aftur fer at spæla við KÍ.
Eftir at Bláa Bylgjan og Útvarpið høvdu almannakunngjørt stórtíðindini um, at Rógvi Jacobsen nú aftur verður KÍ-spælari, ringdu vit til hansara í Noregi.
– Ofta hevur tað verið upp á tal, men altíð hevur tað síðsta mangla, so nú eri eg sera fegin, at tað er eydnast, segði Rógvi.
– Eg komi heim leygardagin, so kanska eg verði við á KÍ-liðnum longu í Ólavsøkudystinum – hvør veit!
Vit ynskja Rógva hjartaliga væl komnum heim og gleða okkum at síggja hann aftur í bláa búnanum.




