Í brunnunum við gomlu oljugoymsluna á stongunum er tungolja – sum dálkar fuglin
Fólk, sum búgva á Kósini, hava varnast at seinastu dagarnar hava nógvar likkur rokast við gomlu oljugoymsluna.
Her var eitt nú ein stóru tangi við tungolju – men hann er tikin niður fyri fleiri árum síðan.
Tó hevur tungolja framhaldandi ligið í brunnunum og so leingi oljan hevur verið avkøld – og storknað – hevur hon ikki dálkað.
Men sólin smeltar oljuna – so hon nú er flótandi – og dálkaður fuglur er at síggja allastaðir kring vánna




