Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Festivalklár genta

(Erik Biskopstø)

Hesa fittu gentuna hittu vit á festivaløkinum í góðveðrinum í morgun. Og eingin kann ivast í, at hon er klár til festivalin.

Hon var nevniliga í einari fínari festivaltroyggju, sum hon júst hevur fingið. Troyggjan er bundin eftir mynstri frá handlinum Vima í Klaksvík, og búmerkið hjá Summar Festivalinum, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur gjørt, er ein týðandi partur av mynstrinum. Summardáin er ein kreativ ímynd av Norðoyggjum.