Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki samdur

Oliver Joensen

Tað sigur Absalon í Buð í viðmerking niðanfyri til tað Hjalti í Jákupsstovu sigur um Kjartan Hoydal.

Eri ikki samdur í, at Kjartan Hoydal hevur gjørt nøkur álop á fiskirannsóknarstovuna.
Í 1996 var sett niður ein skipanarnevnd, i ð skuldi royna, at gera eina skipan, sum gjørdi at fiskastovnarnir – toskur, hýsa og upsi, yvir eitt ávíst áramál, kundu vera troyttir burðadygt eftir.

Vinnan, fiskiráðgeving og politiska skipanin, vóru samd um eina skipan (allir skrivaðu undir), har stovnarnir skuldu troytast soleiðis at F= 0,45 og í meðal skuldi takast 33% úr hvørjum stovni.
Skipanin varð góðkend í Føroyum, men ongantíð knæsett í ICES.

Áhugavert at fingið eitt alment úttalilsi frá ICES,hví teirra ráðgeving? Ongantíð hevur verið í tráð við okkara skipan??

Vilja teir ikki, ella fáa teir ikki nóg góðar upplýsingar frá okkum, til at geva eitt dygdargott tilmælið??

Ásannast má eisini, at okkara fiskifrøði ongantíð hevur tilmælt politiska mynduleikan, eftir tí leisti, skipanin er uppbygd eftir.

Tað tók fiskifrøðini umleið 3 mánar, við helvtini av manningini hon hevur ídag, at gera roknistykkið 1996 . Nú er tað ógjørligt,hví??

Skjótt samdir um, at hagtølini eru alt ov vánalig. Hvør hevur skyldina av tí??

Hví vera rokniørk ikki umløgd, tá flokkingin verður broytt??

Alt er relativt, eisini fiskifrøðin , stór ósemja er altjóða um, hvussu stovnsmetingar skulu gerast, og hvussu álítandi
tær eru, serliga fyrstu árini áftaná metingina.

Hvat er burðadygt , tykist eisini at verða relativt – Eitt er vist – pengar – nógvir – og fleiri hjól smyrjast – skulu vit fáa onkran av hesum altjóða felagskapum, at geva okkum bláa stemplið.

Bummtrolaraveiðan hjá Hollandi fær nú burðadygga vælsignilsið, er øll fiskifrøðin samd um tað ??

Skulu vit áhaldandi hava fiskidagskipan, so mugu vit taka okkum saman, og útvega okkum teir upplýsingar, sum
skulu til , fyri at vit kunnu rokna út, saman við altjóða serðfrøðingum – um skipanin livir upp til setningin vit settu henni.

Um ikki , so mugu vit fara yvir aftur til E. U. ella Íslands modellið. Har vit geva kvoturáð,og so um 20 ár undrast

yvir , hví alt bara gekk ein veg – Niðureftir-

vinarliga

Absalon í Buð