Mæti svimjarin Kári J. á Høvdanum vann í fjør svimjikappingina á Føroya Sjómannadegi. Hvør vinnur í ár?
Tey sum dáma at flyta vatn við ørmunum og beinunum fáa aftur í ár møguleika at svimja kapp. Eins og undanfarin á verður svomið tvørturum vánna á Føroya Sjómannadegi
Í fjør var kappingin merkt av, at ein av bestu svimjarunum í Føroyum, Kári á Høvdanum, gjørdi bart og vann í sera sannførandi stíli kappingina, góðar tveir minuttir fyrr enn Erlendur Simonsen, sum gjørdist nummar tvey.
Ein spurningur sum hevur verið spurdur her norðuri er, um okkara europeiski meistari mann fara at taka kappingina upp við Kára J. á Høvdanum, sum hevur absolutt bestu tíðina tvørtur um vánna.
Spennandi verður at síggja.
1. Kári J. á Høvdanum 2:14:52
2. Erlendur Simonsen 4:23:91
3. Kári Vitales 5:09:22
4. Heidi Andreassen 5:46:83




