Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur 2008: SKIPALISTAQUIZZIN Á SJÓMANNADEGNUM

Norðlýsið – Tíðindi

Aftur í ár skipar Skipalistin fyri stórari spurnarkapping á Sjómannadegnum 16. august. Talan er um væl umtókta tiltakið, SkipaQvistin, sum nú hevur fingið nýtt heiti og eitur Skipalistaquizzin.

Hetta er kappingin, har ið tað, sum situr millum oyruni, telur meira enn tað, sum situr á arminum. Øll kunnu luttaka, ung sum gomul. Einasta treytin er hugurin at svara teimum so ofta tiltiknu “skipaspurningunum”. Føroyingar vita nógv um skip og sjógv og tað, sum har tilhoyrir, og tí er eisini stuttligt at royna seg í vitanini, sum hesi ymisku liggja inni við.

ØLL KUNNU LUTTAKA

Kappingin verður skipað soleiðis, at spurnarbløð við 30 spurningum verða útflýggjað øllum teimum, ið hava hug at luttaka. Fyri hvønn spurningin standa trý svar á einum pappíri, har rætta svarið, A, B ella C skal veljast. Vinnarin verður so funnin, eftir at svarini eru savnað inn aftur og rættað. Ein og hvør, ið hevur hug, kann luttaka í undankappingini, sum verður á Sjómannadegnum 16. august kl. 09.30 – 10.00 við Silvapallin.

Eftir undankappingina verða finalusessirnir funnir. Við sær í finaluna sleppa hesir at velja ein afturat sær, soleiðis at tveir luttakarar verða á hvørjum finaluliði.

SKIPALISTAQUIZZIN 2008
Finalan verður kl. 11.30 – 12.30 við Silvapallin.

Í finaluni verða seks lið við tveimum luttakarum á hvørjum liði. Finalan verður skipað í trý styttri umfør. Eftir fyrsta umfar detta tvey lið burtur, og tað sama hendir eftir annað umfar. Í triða umfari verða sostatt bert tvey lið, sum kappast ímóti hvørjum øðrum.

Spurningarnir verða lutvíst settir sum á undankapppingini, men eisini nakað øðrvísi, fyri at kappingin skal kennast fjølbroytt og spennandi.

Vinningarnir verða bæði spennandi og fleiri í tali. Millum annað letur Skipalistin bæði steyp og vikuskiftisferðir til Reykjavíkar, eins og Sp/f Skúvadal letur útferð undir Vestmannabjørgini og Klaksvíkar Sjómansheim letur døgurðar.

Grundað á tær royndirnar, sum Skipalistaquizzin hevur gjørt á undanfarnum árum, er greitt, at spurnarkappingin hevur verið serstakliga væl móttikin. Fólk og luttakarar hava borið á munni, at hetta er gott tiltak, sum veruliga hevur manglað.
Føroyingar vita nógv um skip og sjógv og tað, sum har til hoyrir. Skipalistaquizzin er eitt hugnaligt og stuttligt høvi at dystast um alt hetta, sum flest okkara hava so stóran áhuga fyri. Fyrireikararnir fegnast um, at spurnarkappingin um skip og sjógv og tað, sum har til hoyrir, er bæði til spenning og gaman fyri luttakarar og fyri áskoðarar.

Harleyfacadeacryl