Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Status fyri KÍ-hópin: Ovi ikki klárur enn og Kristian skurðviðgerast

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tilgongdin av Emil Nolsøe Leifsson, Joe Zewe og Rógva Jacobsen og afturkoman av Bjarna Jørgensen styrkir Formula-liðið hjá KÍ, men samstundis eru aðrir leikarar uttanfyri við skaða.

Sambært heimasíðuni hjá KÍ fevnir Formula-hópurin hjá felagnum í løtuni um hesar leikarar:

01 M Jákup Mikkelsen
20 V John Hammer
19 V Ovi Nysted
13 V Jógvan Isaksen
11 V Milic Curcić
04 V Jan Andreasen
xx VSigmund Jacobsen
07 M Bjarni Jørgensen
06 M Kristian á Lakjuni
17 M Steffan Kalsø
05 V Harley Bertholdsen
12 M Álvur Christiansen
14 M Eli Simonsen
03 M Ári Samson
23 M Tórður Lervig
10 Á Kristoffur Jakobsen
18 Á Heðin á Lakjuni (liðsk.)
09 Á Rodrigo Silva
24 Á Jósup Henriksen
xx Á Erling Fles
xx M Emil Nolsøe Leivsson (læntur frá HB)
xx Á Joe Zewe
08 Á Rógvi Jacobsen

Hesir telja íalt 22, og so kemur í øllum førum Allan Joensen afturat, tvs. 23 leikarar, umframt onkrar ungar leikarar afturat, sum til tíðir venja við Formula-hópinum.

Tað eru tó ikki allir hesir, sum eru tøkir í løtuni:
*John Hammer hevur í eina tíð verið uttanfyri vegna skaða
*Ovi Nysted hevur trupulleikar við rygginum
*Kristian á Lakjuni hevur brotið okkurt bein í fótinum og skal leggjast undir skurð í næstum, skilst

Tað kemur tí væl við, at Emil Nolsøe Leifsson, Joe Zewe og Rógvi Jacobsen nú eru tøkir hjá Eyðuni og Trúgva, og at langtíðarskaddi Bjarni Jørgensen nú er skaðafríur.

Sum støðan er í løtuni, verður Emil tó ikki við KÍ kappingarárið út, tí fyrst í september fer hann niður til Danmarkar í lestrarørindum, so um hetta verður óbroytt, fær hann bert verðið við á KÍ-liðnum í tveir dystir afturat: móti Víkingi og HB.

Harleyfacadeacryl