Joel Cole letur kommununi standmynd til 100 ára føðingardagin
Hóskvøldið 14. aug. 2008 kl. 19.30 verður standmynd avdúkað á bókasavninum.
Skráin er hendan:
1 – Suð
2 – Varaborgarstjórin heldur røðu og avdúking
3 – Sangur
4 – Hanus Kjølbro greiðir frá um arbeiðið/hugskotið við standmyndini
5 – Joel Cole greiðir frá hugskotinum at geva Klaksvík eina standmynd
6 – Suð
7 – Kaffi og prát
Í sambandi við at Klaksvíkar kommuna hevur 100 ár á baki í ár, hevur Joel Cole latið kommununi eina standmynd, sum fer at standa í Skúlanum við Ósánna, tá ið skúlin er liðugt umvældur. Til umvælingin er liðug, fer standmyndin at standa á Klaksvíkar Bókasavni
Standmyndin er 5 metur høg og er gjørd úr viði, metalli og gróti. Innaní henni er eitt op, og fyri at leggja eitt sindur aftrat standmyndini um Klaksvík og Føroyar, verður heitt á 10-15 fólk um at gera ein ‘tíðarlut’ at leggja í eina kliva inni í standmyndini. Tíðarlutirnir verða inni í standmyndini næstu 100 árini og verða latnar upp á 200 ára føðingardegi kommununnar.
Tíðarlutirnir kunnu vera hvat sum helst: eitt bræv, ein mynd, eitt tónleikastykki, ein søga, ið er tikin upp, eitt klædnastykki ella ein minnislutur, sum er ein viðmerking til lívið í Klaksvík í dag. Tann, ið verður biðin at lata ein lut, fær eina metalkassa, har tíðarluturin verður lagdur í. Kassarnir verða síðan settir inn í standmyndina á einum seinni hátíðarhaldi á bókasavninum.
Her greiðir Joel Cole frá hugskotinum til standmyndina:
This totem addresses the idea of four: the four directions, the four elements, the four seasons, four regions of the Faroe Islands, and the four villages that inevitably became Klaksvik 100 years ago.
Joel Cole var skiftislesandi í Klaksvík fyri 22 árum síðan. Hann fall væl til og var m.a. ein av tónleikarunum í Dynamit. Hann var við til Summarfestivalin fyri eini viku síðan – saman við Dynamit. Hann spældi tangentar og sang framúrskarandi.
Sum tøkk fyri frálíkar dagar í Klaksvík, ið Joel kallar sítt næsta heim, gevur hann Klaksík enn eina sera áhugaverda og øðrvísi standmynd, ið eisini fær hugin at reika.
Standmyndin, sum verður reist í Bókasavninum er partur av størri standmynd. Fundamentið og krúnan er ikki við her.
Ætlanin er, at tá ið Skúlin við Ósánna – høllin noðrast – er liðugur, skal standmyndin standa í norðasta partinum móti útljósinum har – hon røkkur tá upp í ovaru hæddina.




