Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Fríðrik Olsen, varaborgarstjóri: Standmynd avdúkað á Klaksvíkar Bókasavni

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

– Tað fløvar og styrkir samfelag okkara, at tú sum amerikumaður vilt vera við til at menna og fjølbroyta lívið og samfelagið her á oyggjunum, segði Kristian Fríðrik Olsen, varaborgarstjóri, tá ið hann avdúkaði standmynd, sum er gáva til Kl. Kommunu frá Joel Cole.

Vit endurprenta her røðuna hjá Kristiani Fríðriki Olsen, varaborgarstjóra:

Góðu tit øll – hjartaliga vælkomin!
Góði Joel – ein serlig vælkomuheilsan til tín og tíni!

Ein av okkara fremstu skøldum, M. C . Restorff, sigur soleiðis í einum av sínum sangum:

Hvat er tað gott at eiga góðar vinir
Ja, dýrabart er trúfast vinarlag

Okkum dámar sjálvandi væl at hava okkara kæru uttan um okkum í tí dagliga, tí hesi ríka lív okkara og eru partur av okkara samleika, styrki og ikki minst gleði.

Hinvegin er tað eisini mangan roynt, at sonn vinaløg ikki eru treytað av tíð ella stað, men kunnu røkka langt og vara leingi, ja lívið alt.

Hetta ert tú, góði Joel, eitt livandi dømi um.

Tað er hugaligt at kunna standa her í dag og staðfesta, at tú enn í dag hevur heitar kenslur fyri landi og býi okkara.

Tað eru jú áratíggju síðan, at tú sum tannáringur komst vestan úr stóra USA higar til lítlu Føroyar, her tú í eitt ár búði her í Klaksvík og gekst á studentaskúla, sum tá enn var í Gøtugjógv.

Men, sum tað stendur í kvæðinum, at:

ilt er at leggja ást við hann, ið onga leggur ímóti,

og tí vóni eg, at vit her í Klaksvík kunnu geva tær aftur av okkara vinarlag.

Vit føroyingar eru ein tjóð við øllum teimum eyðkennum, sum ein tjóð hevur. Men samstundis eru vit so fá, at avrikið hjá tí einstaka veruliga ger mun.

Tí fløvar tað og styrkir tað samfelag okkara, at tú sum amerikumaður vilt vera við til at menna og fjølbroyta lívið og samfelagið her á oyggjunum.

Takk fyri tað.

– – –

Um eitt lítið bil fari eg at avdúka hesa standmynd, sum Joel Cole hevur latið Klaksvíkar Kommunu í sambandi við, at hon í ár hevur 100 ár á baki sum sjálvstøðug kommuna.

Aftan á tað fara fyrst Hanus Kjølbro og síðan Joel Cole at greiða frá standmyndini og hugskotinum aftan fyri hana, so eg skal ikki gera so nógv burturúr tí.

Standmyndin fer at standa í Skúlanum við Ósánna, tá ið hann er liðugt umvældur, men til ta tíð fer hon at standa her á Klaksvíkar Bókasavni.

Tað er tann sentrali parturin av standmyndini, sum her verður avdúkaður. Við fóti og krúnu, sum verða løgd afturat, tá ið hon verður sett upp í skúlanum, verður hon 5 metrar høg.

Hon er gjørd úr viði, metali og gróti.

Sum nakað heilt serstakt er innan í standmyndini eitt op, sum er ætlað til nakrar “tíðarlutir”, har ymisk fólk fara at leggja hvør sín ‘tíðarlut’. Tíðarlutirnir verða inni í standmyndini næstu 100 árini og verða latnar upp á 200 ára føðingardegi kommununnar.
Í hesum umfari verður ikki gjørt nakað við tann partin, so hetta hoyra vit meira um seinni.

Listamaðurin sigur sjálvur, at talið fýra er afturvendandi í sambandi við hesa standmynd. Tær fýra ættirnar, tær fýra árstíðirnar, fýra landspartar av Føroyum og teir fýra býlingarnir, sum fyri hundrað árum síðan gjørdust til býin Klaksvík.

Sum tøkk fyri frálíkar dagar í Klaksvík, ið Joel kallar sítt næsta heim, gevur hann Klaksík enn eina sera áhugaverda og annarleiðis standmynd, ið eisini fær hugin at reika.

Vegna Klaksvíkar Býráð vil eg við hesum takka tær, Joel Cole, fyri hesa stórfingnu gávu, sum eg nú skal avdúka.

Takk fyri.