Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til Jóannes Eidesgaard, løgmann

John William Joensen

Fyrst vil eg takka fyri fundin í Tinganesi í morgum.

Tingbólkur Fólkafloksins hevur síðan viðgjørt politisku støðuna. 

Samfelagið hevur síðan CHE samgongan tók við í februar verið merkt av polistikum maktaloysi. Neyðugt er skjótast gjørligt at fáa politiskt virkisførið til frama fyri land og fólk okkara.

Fólkaflokkurin hevur fyrr víst á at ein formannsrunda hevði verið rætta loysnin at reinsa polistiku luftina. Í verandi løtu, tykist tó ikki meirluti at vera fyri tí. 

Fólkaflokkurin vil tó vera við til at skapa eina virkisføra stjórn og heldur at tað eigur at vera skipað ein nýggj samgonga. 

Fólkaflokkurin vil ikki verða partur av verandi samgonguavtalu. Talan má vera um samráðingar um nýggja samgongu, við sjálvstøðugum innihaldi, har bindingar og býti eru til nýggja viðgerð. 

Vinarliga
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins