Hóast summarið ikki er farið heilt afturum, so verða ljóskastararnir við fótbóltsvallirnar nú so smátt tendraðir aftur.
“De lyse nætters land” – soleiðis er heitið á einum filmi um Føroyar, sum varð gjørdur fyri nøkrum áratíggjum síðan.
Og rætt er tað, at føroysku miðsummarnæturnar eru mangan átøkar alljósum degi, tá ið tað er ljóst í veðrinum.
Longsti dagur var sum kunnugt 21. juni, og meðan hesar reglur verða skrivaðar, er dagfestingin skift til 21. august. Tað merkir, at vit longu eru farin 2 mánaðar fram við longsta degi.
Jú, skjótt gongur. Børnini eru eisini farin í skúla, summi teirra fyri fyrstu ferð, og talríkir ungdómar eru eisini byrjaðir á hægri lærustovnum.
Hásummarið er farið, men framvegis uppliva vit framúr góðar summardagar – vónandi verða teir nógvir afturat.
Kortini styttist dagurin alsamt, og lampurnar mugu tí tendrast eitt sindur fyrr á kvøldi. Tann heimligi hugnin í køki og stovu er nú heldur ikki at forsmáa.
Eitt tekin um, at tað nú skýmir eitt sindur fyrr á kvøldi, eru ljóskastararnir kring fótbóltsvallirnar, har okkara ítróttafólk venja.
Seinastu vikurnar hevur tað verið óneyðugt at brúkt teir, men tað eina kvøldið hesa vikuna kundi ein staðfesta, at longu, tá ið klokkan var farin nakað av átta á kvøldi, hevði automatiska skipanin á Injector Arena sett streym til ljóskastararnar.
Myndin er tikin kl. 20:45 mikukvøldið.




