At Gekkurin hjá Kringvarpinum er “søguliga” stórur fríggjakvøldi hevur ført við sær broytingar í skránni hjá Fjarðafestivalinum
Vinjard Jóhannesen, sum er ein av fyrireikarunum av Fjarðafestivalinum, sigur at fyrireikingarnar til ársins festival ganga sera væl.
– Veðurforsøgnirnar lova vind mikudagin og tí bíðja vit til hósdagin at seta upp pallar og annað á økinum, men annars ganga fyrreikingarnar sum ætlað.
– Veðurmennirnir siga gott veður fríggjakvøldi og vikuskifti og tí vanta vit sera nógv fólk.
– Gongd er eisini av álvara komið á søluna av atgongumerkjum..’
Gekkurin og festivalurin
Fyrireikararnir av Fjarðafestivalinum hava gjørt eina lítla broyting í skránni fríggjakvøldið.
– Fríggjakvøldið er Gekkurin í sjónvarpinum uppá heilar 550.000 krónur og tí hava vit gjørt broytingar í skránni – soleiðis at fólk kunnu spæla Gekk í frið og náðum og álíkavæl fáa alt við, sum verður á skránni fríggjakvøldið.
– Fleiri av útlendsku gestunum koma longu hósdagin og harafturat hava nógv fólk valt at koma við camping-vognum og eisini eru fleiri bátar vantandi.
– Vit hava tosað við Lyndu Randal og The Iscas og tey gleða seg nógv til Føroya ferðina.
– Woody Wright hevur okkurt serligt á skránni sum verður avdúka á konsertini.
– Leygarkvøldið verður ein stór sangløta kl. 23:30 sum Heini Lutzen saman við einum stórum sangbólki skipað fyri.
Sambart fyrireikarunum verður telefon-forsølan líka til fríggjakvøldið kl. 17:30 á telefon 560565 og 747821 og síðani ber til at keypa atgongumerki á økinum.




