Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KLAKSVÍK – GRØNUR BÝUR

John William Joensen

100 ára føðingardagurin hjá Klaksvíkar kommunu er farin aftur um bak í øllum góðum.

Tá ein hevur verið í føðingardegi, er vanligt at takka fyri seg og tað fari eg at gera. Tað var ein stórfingin føðingardagur, ið kommunan kann vera errin av. Tá onkur fyllir, plaga tey at fáa gávur, men her var tað føðingardagsbarnið, sum gav gestunum gávur, fyrst ”Fípuna Føgru”, sum setir Klaksvík á listaliga landkortið í Føroyum við einum verki, sum í mínum eygum má metast sum eitt høvuðsverk undan hondum Hans Paula Olsen. Gleðiligt, at kvinnurnar eisini fingu sína standmynd í einum býi, sum av góðum grundum hevur lagt dent á at heiðra sínar sjómenn.

Og síðan fingu vit eina stórfingna gávu aftrat – fyrsta bind av stórverki um Klaksvíkar søgu. Eg vildi næstan ikki trúgva tí, tá vit fingu at vita, at bókin fór at vera borin í hvørt hús!

Tað var stórsligið av kommununi og eg sigi aftur stóra takk.

Enn eri eg ikki liðug at lesa bókina, men dugi við hálvum eyga at síggja, at hetta er dygdarverk, ið vit kunnu vera errin av. Tað er at vóna, at uppvaksandi ættarliðið við hesum verki fær eitt støði at standa á, sum kunnar tey um fortreytirnar fyri býnum søguliga og mentunarliga.

Eg vóni inniliga, at býráðslimirnir og tey, ið bjóða seg fram til komandi býráðsval, fara at lesa bókina gjølla og kunna seg um søguna. Kanska tey tá spyrja seg sjálvi: hvussu ber tað til, at klaksvíkingar í 1000 ár hava syrgt fyri at eira Gerðabøi? Ja, hvussu man tað bera til, at hann hevur verið varðveittur øll hesi ár, veltur og væl umsitin av kønum hondum, ættarlið eftir ættarlið? Man tað ikki vera tí, at hann ber so nógv ómissilig søgulig virði í sær?

Fyri einum góðum ári síðan fegnaðust fólk um, at tað eydnaðist at fáa eina býráðssamtykt um, at bøurin skal friðast. Tíverri vildu landsmyndugleikarnir ikki góðtaka samtyktina. Í tí sambandi havi eg hug at spyrja: Nær er tað vorðið gamalt í Klaksvík at lata landsmyndugleikarnar á meginøkinum avgera fyri okkum, hvussu vit skulu bera okkum at her norðuri? Tá okkara býráð hevur tikið avgerð, má tað vera nokk.

Um tú koyrir gjøgnum hetta landið, so sæst sjónskt, at mentunarlandsløg falla alla staðni, tann dyrkaði bøurin verður grópaður upp alla staðni – gjøgnum Kollafjørð, í Sundalagnum og á Skálafjørðinium. Skjótt verður onki eftir, sum vísir verk teirra, ið undan fóru. Ein ómissiligur dýrgripur fer fyri onki. Ógvuslig inntriv verða gjørd í natúruna, tá áir verða beindar undir heilt. Ikki er vist, at tað ikki kemur okkum aftur um brekku, at vit fara so við skapanarverkinum! Tá alt tað dyrkaða lendi er tikið, verður farið út í hagan, har tað vísir seg, at væl ber til hóast alt.

Í seinastuni hevur Klaksvík lagt dent á at gerast heilsubýur. Tað er gott og gagnligt. Men hvussu hevði verið at tikið stigið fult út og strembað fram ímóti at verðið ein grønur býur? Hvussu við at ganga á odda og vísa, at her norðuri eru vit so frammalaga, at vit hava ráð at lata eitt øki sum Gerðabø vera friðað til at vísa teimum, sum eftir koma, hvussu eitt mentunarlandslag sær út? Eitt grønt øki, ið uppvigar okkara brúk av CO2. Óteljandi møguleikar eru fyri, hvussu tað kann koma býnum til nyttu at friða bøin. So virða vit eisini tey, sum nýggja Klaksvíkar søgu heiðrar!

Nicolina Dahl