Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór skomm!

John William Joensen

Sagt verður, at ringasta sjúka í Føroyum er øvundsjúka. Tá tað snýr seg um landbúnaðin, er tað serliga eldra, men í ein mun eisini miðaldrandi ættarliðið, ið líður av hesi sjúku. Yngra ættarliðið við síni alnót og altjóðagerð hevur ikki hendan trupulleika, skrivar Archibald Black, bóndi.

Nýggja landbúnaðarlógin frá mei 2007, er ein ússalig neyðsemja, alt orsakað av áðurnevndu sjúku. Hetta sigur ikki so lítið um politiska støðið!

Sjálvur eri eg bóndi á Myrkjanoyri, Biskupsstøðgarðinum, og hevur garðurin verið í ættini síðani Nólsoyar Páll festi 9. apríl 1806.

Seinnu árini eru stórar útstykkingar farnar fram á Myrkjanoyri frá almennari síðu. Talan er um Helnabrekku og Undir Grashjalla o.s.fr.. Her hevur tað almenna goldið milliónir til privatpersónar, sum eingin sjálvur hevur goldið meira enn kr. 75,00 til tað almenna fyri stykkið, tey hava sitið við. Dømi eru eisini um, at leigari, ið hevur goldið kr. 10,00 um árið fyri leigutrøð, við hjálp frá hálvkorruptum embætismonnum og eini ónýtiligari landbúnaðarlóg, hevur fingið sær útgoldið higartil milliónir í leiguinntøkum fyri eitt grundstykki á umleið 500 fermetrar, sum hann enntá hevur ognað sær ólógliga. Fyrst frá fíggjarstovni og síðani úr kommunukassanum, og óskilið heldur fram!

Einasta loysn er at privatisera festijørðina, ongantíð ov skjótt, og gera eina landbúnaðaralóg, ið minnir um ta okkara grannar hava. Viðvíkjandi festiskipanini í Føroyum so skalt tú heilt til Norður Korea fyri at finna ein líka.

Atburður landsstýrismansins í hesum máli er ein skomm fyri landið og ikki minst fyri hann sjálvan. Rópini um spekulatión stava frá monnum, sum, í besta partabrævsanda, hava keypt jørð inn undir seg, men sum nú síggja, at teirra íløga fer at minka í virði um festijørðin verður privatiserað.

Í flest øllum málum og vinnum meta vit okkum eftir okkara grannalondum, tó ikki í landbúnaðinum. Spyr teg sjálvan hví? Samanborið við okkara grannar koyra vit við eini avoldaðari skipan, ið skomm er at greiða frá.

Viðvíkjandi mistum virðum hjá landinum kunnu vit taka dømi úr fiskivinnuni. Øll kenna vit dømi um reiðaran, ið skyldaði tveysifraða milliónaupphædd ein fyrrapart, men, sum eftir kaffiprát í Tinganesi, varð skuldafríur seinnapartin. Hetta tí tað tænti vinnuni. Vorðið sum tolsemi frá einari vinnu til aðra!

Í sínum uppruna hevur tað almenna ongantíð átt jørðina meira enn tað, at hon upprunaliga varð stolin av tí katólsku kirkjuni, fyri síðani at fara undir kong. Hetta er nú søga, ið aðrir hava fingið skil á fyri øldum síðani.

Tosið hjá landsstýrismanninum, um at selja festigarðarnar til hægstbjóðandi, er burturvið. Hetta letur júst upp fyri spekulatiónum. Landsstýrismaðurin heldur kanska, at íleggjarafeløg og ríkmenn skulu reka landbúnað í Føroyum?

Tað eru bøndurnir, ið hava skil fyri landbúnaði og eingin annar. Bøndurnir hava sjálvir virðisøkt sín bø og goldið og bygt síni hús, fjós v.m. Tað er ábyrgd landsstýrismansins at loysa teir veruligu trupulleikarnar og ikki teir ímyndaðu.

Tað er eisini arbeiði hansara, at skapa fortreytir í vinnuni, soleiðis at hon kann virka undir bestu umstøðum og einki annað.

Fyri eftirtíðina skylda politikararnir okkara eftirkomarum at taka røttu avgerðina. Tað er ein stór ábyrgd. Her kann ikki hugsast um løtuvinning. Teir eiga skommina ella æruna!

Á Grønabóli 27. august 2008
Archibald Black, bóndi