Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, setti Truckerfestivalin: Tað býr ein bilur í hvørjum smádrongi

John William Joensen

Í setanarrøðuni segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, at sum vertur fyri Truckerfestivalin hevur Klaksvík staðfest, hvussu væl tað nú er koyrandi til økið, samstundis sum ein slíkur festivalur er eitt hóskandi súmbol fyri støðu Klaksvíkar sum eitt væl koyrandi lokalsamfelag

Borgarstjórin legði út við at siga, at kanska fólk nú eru farin at halda, at nú er blivið í meira lagi av tiltøkum í Klaksvík í ár, men – legði hann afturat – at tað er ikki av tilvild, at Klaksvíkar Kommuna hevur sagt ja til at vera vertur fyri hesum Truckerfestivali, tí Klaksvik kennir tað sum sína skyldu at stuðla undir ta vinnuliga fyritakssemi, sum er í samfelag okkara.

– Tað býr ein bilur í hvørjum smádrongi, og ofta verður sagt, at ein smádrongur býr í hvørjum manni. Vón okkara í býráðnum, sum vertur fyri hesum tiltaki, er at kveikja og stimbra tað fyritakssemi, sum býr í fólki okkara.

– At Truckerfestivalurin verður hildin í Klaksvík er eisini ein sigandi staðfesting av tí veruleika, at nú er sera væl koyrandi til Klaksvíkar og Norðoyggjar, og samstundis er hetta ein ógvuliga hóskandi súmbol fyri støðu Klaksvíkar sum eitt væl koyrandi, virki og framfýsið lokalsamfelag.

– Árið 2008, og serliga summarið, í Klaksvík hevur higartil verið eyðkent av nógvum og stórum tiltøkum, sum hava sett Klaksvík og Norðoyggjar á tað nógv umrødda heimskortið, ella í minsta lagi á Føroyakortið.

– Eftir væl eydnaðan Summarfestival, 100-ára hátíðarhald og Sjómannadag verður nú aftur ein festivalur í býnum.

– Áðrenn 29. apríl 2006, tá ið Norðoyatunnilin varð tikin í brúk, hevði tað uttan iva verið óhugsandi, at Klaksvík var vertur fyri ein Truckerfestival, men nú eru sum kunnugt heilt aðrar tíðir her í býnum.

– Tí er tað rættiliga sigandi um nýggju tíðirnar her í býnum, at Klaksvík hetta vikuskiftið verður vertur fyri Truckerfestivalin, segði borgarstjórin, sum takkaði fyrirreikarunum fyri teirra stóra arbeiði og beyð øllum at verða hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar á Truckerfestival.