Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óluva Klettskarð nýggj landsstýriskvinna í mentamálum

John William Joensen

Síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948, og landsins stjórnarskipan varð býtt upp í løgting og landsstýri, hava Norðoyggjar í fleiri førum átt ein ella fleiri limir í landsins stjórn, landsstýrinum, í tveimum førum eisini løgmannin.

Hákun Djurhuus, úr fólkaflokkinum, var tann fyrsti sum kom í landsstýrið, umboðandi Norðoyggjar á tingi. Hann sat í landsstýrinum frá 1951 til 1957, og var løgmaður í landsstýrinum, sum sat frá 1963 til 1967.

Síðani sat Sámal Petersen, úr sjálvstýrisflokkinum, í landsstýrinum frá 1967 til 1972.

Villi Sørensen, úr javnaðarflokkinum, frá 1968 til 1970.

Eli Nolsøe, úr sambandsflokkinum, frá 1970 til 1975.

Asbjørn Joensen, úr sjálvstýrisflokkinum, frá 1972 til 1975.

Finnbogi Ísakson, úr tjóðveldisflokkinum, frá 1975 til 1979. Hann sat aftur seinni, men tá var hann valdur í løgtingið umboðandi Suðurstreymoyar valdømi.

Vilhelm Johannesen, úr javnaðarflokkinum, frá 1979 til 1981 og frá 1985 til 1989.

Anfinn Kallsberg, úr fólkaflokkinum, frá 1983 til 1985, í 1989 og frá 1996 til 2004, í hesum seinasta tíðarskeiðinum løgmaður frá 1998 til 2004.

Niels Pauli Danielsen, úr kristiliga fólkaflokkinum, frá 1985 til 1988.

Karl Heri Joensen, úr sjálvstýrisflokkinum, sat í landsstýrinum í 1989.

Bergur Jacobsen, úr sjálvstýrisflokkinum, frá 1993 til 1994.

Eyðun Elttør, úr sjálvstýrisflokkinum, frá 1998 til 2004.

Karsten Hansen, úr tjóðveldisflokkinum, frá 1998 til 2003, og hevur nú aftur í ár tikið sæti í landsstýrinum, nú umboðandi miðflokkin.

Bjørn Kalsø, úr sambandsflokkinum, frá 2004 til 2008.

Jógvan við Keldu, úr fólkaflokkinum, frá 2004 til 2005.

Tað vil siga, at hesi 60 árini, síðani heimastýrislógin kom í gildi, hava norðoyingar átt eitt til trý umboð í landsins stýri í 42 ár.

Tá ið hugsað verður um umboðanina í hinum partinum av landinum gjøgnum hesi árini, so mugu vit siga, at vit ikki hava sitið við sviðið soð, og at Norðoyggjar hava verið væl umboðar.

Men um tað so sæst aftur í tí sum er hent her í økinum, tað kunnu verða ymsar meiningar um.

Nú um vikuskiftið varð so Óluva Klettskarð, úr tjóðveldi, tilnevnd sum landsstýriskvinna í mentamálum. Hon er sostatt sekstanda landsstýrisfólkið umboðandi Norðoyggjar, og haraftrat er hon eisini tað triðja umboðið hjá tjóðveldi hiðani, og ikki minst fyrsta kvinnuliga umboðanin í landsstýrinum hiðani, tá vit rokna Jóngerð Purkhús í sínari tíð sum landsstýriskvinnu umboðandi Suðurstreym.

Óluva Klettskarð hevur verið polittisk virkin i Norðoya Tjóðveldisfelag nú í 10 ár. Hon hevur tríggjar ferðir stillað upp fyri flokkin, tvær ferðir til Løgtingið og eina ferð til Fólkatingið.

Hon stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í 1998. Til løgtingsvalið í ár stillaði hon so upp aftur, rakk ikki inn sum fastur tinglimur, men við tað at trý av føstu tinglimum tjóðveldsins fóru í landsstýrið, umframt at aðrar umstøður hava gjørt tað, hevur hon í trimum førum havt sæti á tingi síðani valið.

Við síni útbugving, cand mag. í søgu og føroyskum, royndum frá áralangari undirvísing í Hoydølum, á Kambsdali og í Klaksvík, nevndararbeiði innan skúlaøkið, umframt at hon hevur luttikið í mentanarligum arbeiði, t.d. við at reka handilin Leikalund, vilja vit halda at hon hevur góðar fyritreytir til at røkja starvið sum landsstýriskvinna, bæði fyri Norðoyggjar og alt landið.

Hiðani verður ynskt Óluvu Klettskarð hjartliga tillukku við tilnevningini og øll góð ynski í polittiska arbeiðinum framyvir.

Jógvan Ravnsfjall