Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey bíta tenninar saman í KÍ-leguni: Eyðun og Trúgvi herja á aftur – tað fer at bragda!

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tey, sum standa við evstu ábyrgd í KÍ, hava í seinastuni havt fundir, bæði innanhýsis, við venjararnar og stuðlar v.m. – orðini eru fá, men signalini eru greið frá fótbóltsrisanum, at tey saman um sínar kosnu menn.

Sagt verður, at tað er ein styrki fyri fólkaræðið, at fólk sleppa til orðanna o.s.fr., og tað er eisini rætt, tá ið talan er um fólkaræðisligar avgerðir.

Hinvegin er breið semja um, at styrkin í einum felag, so sum KÍ, millum annað kann mátast við at kanna, hvussu væl tey halda saman, sum í felag ávíkavist stuðla, stjórna og spæla fyri felagið.

Ikki tí – støður kunnu íkoma, har tað er sunt og neyðugt við undantøkum.

Seinastu vikurnar hava verið ógvuliga tungar hjá bæði stuðlum, leiðslum, venjarum og spælarum Klaksvíkar Ítróttarfelags á manssíðuni.

Úrslitini hjá flaggskipinum í flotanum hava verið rættiliga vánalig, og nú so ring, at niðurflytingin aftur hóttir fremstu skútu felagsins.

Men sum Norðlýsið fregnar og lesur støðuna í KÍ í løtuni, so standa tey, sum mynda felagið øksl við øksl saman um sínar venjarar og leikarar. Myndaliga talað kunnu vit ímynda okkum ein dansiring, at øll venda inneftir og halda fast í hvønn annan – eitt tekin um samanhald.

Gaman í munnu onkrar diskussiónir vera handan stongdu dyrnar, tað skuldi verið løgið annað, men niðurstøða teirra tykist vera í løtuni at halda saman og standa saman um sínar troppar í Formuladeildini, bæði á vøllinum og bonkinum.

Sum kunnugt sigur orðatakið, at samanhald gevur styrki, og tað er sjálvandi vónin, at styrkin í samanhaldinum nú umsíðir skal geva flaggskipinum ta so ógvuliga neyðugu styrkina at vinna dystir og stig heim til Klaksvíkar.

KOYR Á KÍ !!!!
NÚ MÁ OG SKAL TAÐ VERÐA !!!!

Harleyfacadeacryl