Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja venjaraparið, Petur Mohr og Jan Joensen: Síðst teir vóru saman vunnu teir FM við KÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

Seinast Petur Mohr og Jan Joensen samstarvaðu í KÍ var í 1991-93, tá ið Jan var leikari og Petur venjari hjá liðnum sum vann FM í 1991. Nú eru teir saman aftur – nú sum venjarapar.

KÍ hevur ikki bara sett nýggjan høvuðsvenjara, men eisini nýggjan hjálparvenjara.

Undir venjing hjá Formulaliðnum mánakvøldið, har nógv fólk var komið saman at forvitnast, kom fram, at bæði Eyðun og Trygvi hava fingið avloysara sum Formula-venjarar.

Norðlýsið skilur á teimum, sum hava ábyrgd í felagnum, at ikki heilt allir lutir eru komnir upp á pláss, men at allar broytingar eru og verða gjørdar í samstarvi og samráð við partarnar í málinum.

Tó er longu nú greitt, at Petur Mohr verður høvuðsvenjari, og at hann fær Jan Joensen aftur at sær sum hjálparvenjara.

Vit hittu Petur og Jan í felagshølunum hjá KÍ, haðani hann eygleiddi venjingarnar hjá Formulahópinum, sum teir fara at standa fyri frá og við týskvøldinum.

Uttan tey nógvu orðini tóktust teir báðir at vera rættiliga uppsettir til uppgávuna, sum í fyrsta umfari snýr seg um at fáa tey neyðugu stigini til høldar í teimum írestandi 6 dystunum í ár.

Jan Joensen, sum er bróður Allan, er sum kunnugt væl kendur sum KÍ-leikari. Seinnu árini hevur hann eisini roynt seg sum venjara – eitt nú sum leikandi venjari hjá LÍF – og í ár er hann eisini venjari hjá unglingunum í KÍ, við góðum úrsliti, tí liðið er væl ávegis í finaluna í landskappingini, har liðið hevur ligið fremst stórar partar av kappingini.

– – –

Petur Mohr hevur drúgvar royndir sum venjari í føroyskum fótbólti, og hann er eisini tann føroyingurin, sum seinast megnaði at gera KÍ til føroyameistara.

Hetta var í 1991, og júst tað sama árið var tað fyrsta hjá hansara núverandi hjálparvenjara, Jan Joensen, sum leikari á besta KÍ-liðnum.

Sigast má, at fyrsta samstarvið millum Petur og Jan eydnaðist til fulnar, tí í 1991 vann KÍ nevniliga føroyameistaraheitið.

Nú eru teir saman aftur – nú sum venjarapar, og hóast útgangsstøðið hesaferð ikki er tað mest hugaliga, so er at vóna, at hetta vinnandi samstarvið frá 1991 skal geva íblástur til sigrar, nú endaspurturin í Formuladeildini 2008 fer í gongd.

Harleywoodpaint