Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lærurík Grønlandsferð

John William Joensen

Arbeiðið við løgtingsins fíggjarlóg ber sum er, nógv brá av smálutastýring. Nevndin situr vanliga og viðgerð hvørja kontu í smálutir, skrivar Eyðgunn Samuelsen, m.a.

Síðan henda fíggjarnevndin tók við, hava fleiri av okkum tosað um, hvussu vit kundu fáa viðgerðina meira heildarkenda.

Soleiðis at ikki bert verður farið niður í smálutirnar, men at vit eisini viðgera tær meira yviskipau linjurnar í fíggjarlógini. Hvørji øki verða uppraðfest og hví, hvør politikkur liggur aftanfyri fíggjarlógina og so framvegis.

Í hesum sambandið var tosað um at fara aðrastaðni fyri at vita hvussu onnur gera. Fleiri ymisk støð vóru uppi og vendu, millum annað vildi onkur til Alaska. Treytin var tó allatíðina frá mínari síðu at ferðin skuldi vera relevant fyri fíggjarlógararbeiði og vit skulu fáa nakað burturúr. Tá ið uppskot kom um Grønland, so spurdi eg meg fyri, hvat kundi vera áhugavert har í samband við fíggjarlógararbeiði og vóru har fleiri ting, ið vit hildu vera áhugaverd at kannað nærri.

Síðan avgjørdu vit eisini at fara til Eysturgrønlands fyri at hoyra um hvussu ein kommuna ið skal leggjast saman sær uppá hesa samanlegginging, serliga við atliti til spenningar millum miðstað og útjaðara. Havandi í huga okkara trupuleikar við játtan til heilsuverki valdu vit eisini at fáa lýst hvussu hetta verður gjørt í Grønlandi.

Skipan av fíggjarlógararbeiði
Fyri at fáa vitan frá tveimum ymsum síðum um fíggjarlógararbeiði, høvdu vit avtala fund við fíggjarmálaráðharran Aleqa Hammond og forkvinnuna í fíggjarnevndini Augustu Salling. Hesir fundir vóru hildnir hvør sær og seinna dagin hittu vit so tær báðar saman.
Yviskipa hava tey eina áseting um, at Landstýri hvørt ár um várið leggur eina politiska-búskaparliga frágreiðing fram fyri Landstinginum. Frágreiðingin sum í 2008 var áleið 60 síður, greiðir frá, hvussu landstýri sær avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman, í búskapinum og hvørji átøk ið ætlanin er at seta í verk, fyri at møta avbjøðingunum. Henda frágreiðing er ikki avmarka til eitt ár men peikar fram í tíðina. Síðan verður frágreiðingin grundarlag fyri einum aðalorðaskifti í landstinginum og verður hon eisini nógv viðgjørd í fjølmiðlunum. Tað týdningarmiklasta er, at aðalorðaskifti gevur landstýrinum eina hóming av, hvat flokkarnir halda um raðfestingarnar og verður orðaskifti tí eitt grundarlag fyri innihaldinum í sjálvari fíggjarlógini.

Fíggjarlógin skal verða framløgd í seinasta lagi 1 september og vera samtykt í seinasta lagi 1 november.

Fíggjarmálaráðharrin Aleqa Hammond heldur, at hetta orðaskifti hevur stóran týdning tí man fær viðgjørt hvussu ætlaðu avsetingarnar á fíggjarlógini ávirka búskapin og gongdina í samfelagnum sum heild. Tað er nógv tjak um hvussu ein stýrir játtanum og hvørjar raðfestingar ið ætlanin er at fremja og um Landstýri hevur røttu kósina. Til dømis nevnir hon undirskoti í 2009, sum hon sær sum eina satsning, har tey millum annað framskunda íløgur í útbúgving við 400 mió yvir 6 ár. Talið av útbúgvingarplássum verður tvífalda innan fleiri økir og bygging av kollegium verður framskunda. Hetta gera tey fyri skjótari at kunna fáa meira av útbúnari arbeiðsmegi.

Viðvíkjandi samstarvi við fíggjarnevndina, sigur Aleqa at hon ofta er til samráð og at hon luttók á seminarinum hjá nevndini í ár fyri at svara spurningum.

Fíggjarnevndin og hennara viðgerð av fíggjarlógini
Augusta Salling, ið er forkvinna í fíggjarnevndini greiðir frá at tey fáa uppskoti tíðliga, síðst í juni so tey hava tíð at seta seg væl inn í tað. Í august ferð fíggjarnevndin burtur í 4 dagar, har tey hava eitt fíggjarnevndarseminar. Síðan eru tey í dialogi við landstýrismennirnar og halda tey onkur játtan er ov høg biða tey landstýrismannin koma til nevndina við sparingum. Tey royna at fáa eina samda nevnd at gera álit og vanliga eru ikki so nógvar viðmerkingar frá minnilutanum, tí tey gera arbeiði í felag. Hon heldur ikki, at áliti er so nógv merkt av partapolitikki. Broytingarnar, ið nevndin ynskir, royna tey sum meginreglu at fáa landstýrisfólkini sjálvi at koma við. Gera tey tað ikki so ger nevndin sjálv broytingar. Tey hava 2 viðgerð av fíggjarlógini tann 26 september so longu tá hava tey nýtt drúgva tíð til arbeiðið.

Viðvíkjandi íløgum, so hava tey eina lóg ið inniberð, at ónýtt játtan ikki fellur burtur við árslok. Eykajáttannir eru sum oftast tillagingar innanfyri játtaða karmin, hesar viðgerð nevndin og ikki er neyðugt at leggja tær fyri landstingi, uttan so at fíggjarnevndin sjálv velur at gera tað.

Onnur viðurskifti.
Landstingi hevur samtykt at Grønland verður 4 kommunur 1 januar 2009. Fleiri økir eru útløgd til kommununar sosiala, skúla og eldraøki fyri fleiri árum síðani. Tað ið hevur áhuga nú hjá kommununum er, hvussu íløgurnar vera býttar kring landið. Skipanin við komunalari útjavning skal gerast einfaldari. Tó er heilt greitt at skipanin í 4 kommunur ferð at viðføra eina miðsavning í økir og sonevndar vakstrarbýir og ikki ferð at vera til fyrimun fyri smærru økini í útjaðaranum. Hetta er kósin ið man hevur tikið politiska avgerð um at fara.

Nyttuvirði
Hvat hava vit so lært at túrinum kann ein spyrja. Serstakliga áhugavert er, hvussu tey viðgerða búskaparpolitikkin og útfrá hesum sjálva fíggjarlógina. Hetta eru royndir, ið vit eiga at taka upp til viðgerð og koma til eina niðurstøðu um her hjá okkum, fyri at royna at gera okkara egnu skipan betur enn hon er í dag. Hetta fara vit at taka upp í fíggjarnevndini.

Ein onnur niðurstøða, er at vit sóu, at vit gott kunnu læra av royndunum hjá Grønlandi og at tey innan fleiri økir eru komin longur enn vit, hetta er ikki vanliga fatanin í Føroyum.

Vit halda eisini at tað hevur stóran týdning at hava góð viðurskifti millum Føroyar og Grønland tí vit hava nógv felags áhugamál bæði innan og uttanfyri ríkisfelagsskapin.

Eyðgunn Samuelsen forkvinna í fíggjarnevndini