Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevði Høgni Hoydal havt reint mjøl í posanum, hevði hann kært til fjølmiðlanevndina

John William Joensen

Hetta sigur blaðstjóri á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, sum eisini sigur at Høgni Hoydal er tann politikarin í Føroyum, sum hevur met í at truka tað keðiliga og óbehagiliga uppá pressuna.

Blaðstjórin á javnaðarblaðnum – Sosialinum, er rættuliga fortørnaður inn á at Norðlýsið í samrøðu við Høgna Hoydal – nevndi Sosialin fyri Javnaðarpressa. 

Blaðstjórin noktar at gera viðmerkingar til orðini hjá sjálvum varaløgmanni um at Sosialurin prentar ósannindi og útspilling, tí sambart blaðstjóranum, Lindenskov, er Norðlýsið ein óseriøsur miðil.

Blaðstjórin á Sosialinum um Høgna Hoydal
– Høgni Hoydal er tann politikarin í Føroyum, sum hevur met í at turka tað keðiliga og óbehagiliga upp á pressuna. Tað gjørdi hann eisini í gjár. Sum eg segði, so passaði tað sjálvandi, tá vit skrivaðu hatta. Hatta stríðið er har – men av tí at tey ikki vilja tosa, so fingu vit ikki allar smálutirnar við.
– Tú leggur Høgna Hoydal orð í munnin, tá tú letur hann kalla okkum javnaðarpressu. Tað er Høgni for intelligentur til at kalla okkum. Hitt, sum tú sigur, at Høgni hevur roynt at sleppa til orðanna, passar bara ikki. Hatta er tað sum Høgni sjálvur plagar at kalla “beinleiðis ósannindi”.
– Tú skalt vera vísur í, at um Høgni hevði havt reint mjøl í posanum, so hevði hann kært okkum til Fjølmiðlanevndina við brestin!

Blaðstjórin á Sosialinum um Norðlýsið
– Nú kenna tit kanska ikki til, hvussu tað er at reka vinnuligt virksemi við fleiri miðlum, sum vit hava keypt fyri nógvar milliónir – ið vit sum privatpersónar hava reist, og sum klára seg væl við einum óhoyrt góðum úrsliti.
– Tá tími eg ikki at svara upp á slíkt heimføðisligt og bygdasligt møsn – álvaratos, tit kundu byrja við at tikið eitt grundskeið í føroyskari rættskriving! Og lat vera við at leggja Høgna orð í munnin. Hann hevur ikki sagt hatta. (red: Javnaðarblað)
– Hann er sum vera man irriteraður inn á okkum, tí vit varpa út hasar flóvisligu trupulleikarnar hjá honum, tað skiljið eg væl – men hann er kortini ikki á so lágum støði, at briksla okkum, at vit eru javnaðarpressa…
– Stríðið, sum vit lýstu í blaðnum í gjár, er veruleikin í Tinganesi í september 2008.

– Vart tú seriøsur, so tók eg teg fyri fult og svaraði fegin!, skrivar blaðstjórin á Sosialinum í teldubrævið til Norðlýsið.

PS:
Hatta var so gorið frá Lindenskovmanninum á Sosialinum. Hansara álop á Norðlýsið koma vit aftur til. Tey skulu heilt víst ikki standa ósvarað.

Oliver

Harleywoodpaint