Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi vil inn í hitan

John William Joensen

Í tíðindaskrivi frá Tjóðveldi verður sagt at flokkurin hevur havt samband við allar flokkar men at hetta ikki hevur givið úrslit.

Kelda: www.tjodveldi.fo

Politiska stýringin av landinum gongur einari daprari tíð í møti, um ABC skal standa á odda.

Spurningurin er so um Føroya fólk skal trúgva Jóannes Eidesgaard, tá hann endurtekur at hann er sannførdur um eitt og annað.

Tjóðveldi royndi í gjár at seta seg í samband við allar flokkar – eisini Fólkaflokkin, tó uttan eydnu. Royndirnar halda sjálvandi fram, tí flokkurin hevur eitt gott boð uppá hvussu vit fáa besta úrslitið fyri land og fólk.

Tingmanning floksins er tilreiðar at gera sítt til fyri at kom í eina stjórn. 

Tjóðveldi