Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spenningurin økist um kommunusamanlegging

Oliver Joensen

Úr Norðdepli og Hvannasundi frætta vit, at 245 borgarar hava verið á vali, og svarar hetta til 76,3% av teimum, sum hava valrætt.

Nú klokkuni nærkast átta, brendi hann á við regni og vindi, so ilt er at spáa um, hvussu nógv fólk fara á val afturat í kvøld.
Til sammetingar kann nevnast, at til seinasta bygdarráðsval, greiddu 90,4% atkvøðu í Norðdepils og Hvannasunds kommunu so´í skrivandi stund, tá umleið 45 minuttir eru eftir til valhølið letur aftur, sær ikki út til at vit koma uppá sama prosenttal, men livst so spyrst, sum vanliga sagt verður, tá ein er liðugur at gita.