Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hin einfaldi veruleikin

Oliver Joensen

Yvirlýsing frá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

Í sambandi við samgonguslitið mánadagin 15. september vil Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag nýta høvið at vísa á, at meginorsøkin til samstarvsslitið í CHE samgonguni fyrst og fremst var tann, at annar av teimum stóru flokkunum í samgonguni, Føroya Javnaðar flokkur, tá ið saman um kom ikki megnaði at fáa samstøðu innanhýsis um avgerandi partar av tí politikki, samgonguflokkarnir settu út í kortið í samgonguskjalinum frá februar í ár.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag harmast um, at leiðslan í Føroya Javnaðar flokki nú brúkar hølisviðurskiftini í Tinganesi til at breiða út yvir hesa sannroynd.

Í Havn tann 17. september

Nevndin