Um mánaðarskifti fáa knapt 600 stakir uppihaldarar fyri fyrstu ferð eitt serligt barnaískoyti. Barnaískoytið er 6000 krónur um árið fyri hvørt barnið og verður tað útgoldið hvønn ársfjórðing.
“Tað eru umleið 1000 børn, sum fara at merkja, at mamma ella pápi teirra fáa hendan styrk. Vit hoyra javnan um stakar uppihaldarar, ið hava tað torført at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga og við hesum ískoytinum verður gerandisdagurin eitt sindur lættari hjá hesum bólki”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum í viðmerking.
Næsta útgjaldið verður beint fyri jól.
Almanna- og heilsumálaráðið, 18. september 2008




