”ØLL Í BLÁAN BÚNA” – soleiðis ljóðar yvirskriftin á fremstu greinini á almennu heimasíðuni hjá KÍ, sum heitir á øll lið felagsins um at verða í blá-hvítu blusunum til B71-dystin sunnudagin.
– Nú mugu vit standa saman um flaggskip felagsins, skrivar Klaksvíkar Ítróttarfelag á almennu síðu sínari, www.ki.fo.
– Sunnudagin verður lagnudystur á Injector Arena tá KÍ og B71 bresta saman. Setningurin er heilt einfaldur og tað er at fáa øll trý stigini til høldar.
– Í hesum sambandi tørvar okkara monnum allan tann stuðul, teir kunnu fáa.
– Tískil heitir Klaksvíkar Ítróttarfelag, í tann mun tað letur seg gera, á allar leikarar felagsins, ungar sum gamlar, at møta upp í blá hvítu dystarblusum sínum, skrivar KÍ-heimasíðan.
Koyr á KÍ !!!




