Tað er ikki heilt vist enn, nógv bendir á, at tað verða teir heimligu leikararnir – harav fleiri av teimum ungu – sum sunnudagin ímóti B71 skulu kempa fyri framtíð flaggskipsins í Formula.
Framvegis eru 5 dystir eftir, so ALT er ikki leyst og liðugt eftir dystin sunnudagin, MEN eingin ivi er um, at hetta er tann higartil týdningarmesti og mest beinleiðis avgerandi dysturin hjá KÍ higartil í kappingini.
Úrslitið nú sunnudagin millum KÍ og B71 í Klaksvík KANN rættiliga sannlíkt verða avgerandi fyri, hvat av hesum liðunum fer at yvirliva í Formula í ár, og hvat lið kann enda í 1. deild komandi ár.
12. maðurin kann
verða avgerandi!
ONGANTÍÐ í 104 ára gomlu søgu Klaksvíkar Ítróttarfelags hevur fremsta liðið verið aðrastaðni enn í bestu deildini her á landi, so talan er veruliga um álvarsama støðu hjá flaggskipinum, sum tí tørvar allan tann stuðul, tað kann fáa, nú sunnudagin.
Felagið heitir nú eisini alment á allar sínar leikarar – eldri sum yngri – um bæði at møta til dystin og síðan eisini at gera tað í blá-hvíta búnanum.
Eisini stuðulsfelagið, Bláa Bylgjan, roynir sítt ítarsta at standa saman og at manna eitt fjølment lið av hepparum til hendan lagnudystin, sum byrjar á Injector Arena kl. 15:00 sunnudagin.
www.blaabylgjan.com skrivar m.a., at karmarnir skulu vera í topp til at slagið eisini skal vinnast uttan fyri vøllin. Upphitingin verður í Barok frá kl 13.30, og eru øll vælkomin. M.a vera gassfloytur seldar fyri 50 kr stk., og fáast tær í Barok ella við at venda sær til onkran í nevndini. Sportmaster selur nú eisini bláar KÍ troyggjur fyri 200 kr stk, sum hava kostað 400 kr. Latið okkum nú hyggja frameftir, fáa Injector Arena at kóka og vinna dystin sunnudagin!, skrivar fjepparasíðan m.a.
KÍ og B71 liggja áðrenn hendan dystin jøvn við 21 stigum, men KÍ hevur eina betri málúrtøku og liggur tí triðniðast, meðan B71 er næstniðast, tvs. á niðurflytingarplássinum!!
Nógvir skaðar
og 2 leikbann
At vera eitt botnlið er ein byrða í sær sjálvum, men KÍ hevur harumframt aðrar tyngjandi umstøður.
Hópurin hjá Peturi Mohr er nevniliga hart raktur av skaðum, umframt av tveimum leikbannum, um gera, at fleiri av lyklaleikarunum higartil í ár ikki verða tøkir sunnudagin:
*Milic Curcic er leikbannaður,
*Jógvan Isaksen er somuleiðis leikbannaður,
*Jan Andreasen er, sum skilst nakað darvaður av skaða, men verður tó møguliga tøkur,
*Allan Joensen er heldur ikki skaðafríur, men sum skilst er kjansur fyri, at hann verður við,
*Joe Zewe er skaddur og kann ikki spæla sunnudagin,
*Rodrigo er eisini skaddur og verður tí helst ikki við, og
*Rógvi Jacobsen er tíverri heldur ikki blivin nóg frægur av lúsku-skaðanum til at byrja inni sunnudagin, men onkur hevur sagt, at hann kanska, bara kanska, verður á bonkinum til at taka, um støðan verður heilt hættislig, sum eitt seinasta trekk hjá venjarunum.
Í ringasta føri verður eingin av hesum leikarunum við, men sum nevnt, so er tó vón fyri, at onkur av teimum verður klárur.
Hesi leikbann og skaðar gera, at aðrir spælarar fáa møguleikan at royna seg, og tí verður spennandi at síggja, hvussu liðið fer at síggja út.
Sum skilst, er B71 heldur ikki heilt fullmannað til dystin, tí Símin Hansen og Mikkjal Hentze hava leikbann. Hinvegin verður mett, at málverjin, Símun Rógvi Hansen, verður klárur til dystin.




