Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7000 fólk verið á skeið á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík

John William Joensen

Vantandi fer talið á skeiðluttakarum at fara upp um 1000 á hvørjum árið í framtíðini tá umstøðurnar hjá stovninum vantandi gerast betur, segði Karsten Hansen, sum vegna Føroya Landsstýri heilsaði trygdarmiðstøðini

Røðan hjá Karsten Hansen á móttøku á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík tá støðin fekk ISO góðkenning 19. september

Góðan dagin, øll somul.
Fyrst vil eg vegna Føroya Landsstýri ynskja tykkum tillukku við ISO 9001 góðkenningini. Eg skal heilsa frá Løgmanni sum í løtuni umsitur málsøki, hann hevur vegna serligar samráðingar ikki møguleikar at verða til staðar her í dag.

Trygdarmiðstøðin virkar við tí endamáli, at veita øllum sjómonnum eina grundleggjandi vitan um trygd á sjónum. Hetta er av serligum týdningi, ikki bert fyri sjómenn okkara, men fleiri øðrum, ið hava starv, har trygdarkrøv eru sjálvsagdur táttur.

Fyri at røkka hesum máli veitir støðin bæði ástøðiliga og verkliga undirvísing í at nýta:

• bjargingarútgerð
• sløkkiútgerð
• bátavenjingar
• fyrstuhjálp

Eisini verður dentur lagur á at kunna um fyribyrgingar í vandstøðum og hvat verður gjørt tá manningar koma í hesa støður. Ein førningur av alstórum týdningi, tá virki á sjónum umræður.

Arbeiðið á Trygdarmiðstøðini er sera, sera virkið, tá hugsa verður um stødd á stovninum, talið á starvsfólk og játtan.

Sum sæst, so eru hølini ikki av teimum størstu, í mun til mong onnur. Seks fólk er knýtt at stovninum í fulla tíð og játtanin er avmarkað.

Og tó:

Stovnurin hevur verið virkin síðani 1998 og smá 7.000 fólk hava tikið skeið á stovninum hesi árini.

Seinstu árini hevur virksemið verið størri enn í byrjanini, so vit taka neyvan ov rívan til um vit siga, at talið um árið kanska kann koma upp um 1.000 hvørt ár í nærmstu framtíð. Hetta prógvar, at talan er sera gott arbeiðslag og at vit avgjørt kunna skapa úrslit, sjálvt um umstøður, stødd og játtan ikki altíð er av tí størsta.

Tit hava nógv sum onnur kunnu læra hópin av, og serstakliga tey, ið altíð seta stóra játtan, stór høli, og nógva útgerð sum fyrstu treyt fyri, at nakað kann spyrjast burtur úr. Soleiðis er veruleikin ikki altíð og lat tykkara arbeiði vera eina greiða áminning um tað.

Framtíðin er altíð torfør at spáa um, serstakliga í hesum døgum, tá vit ikki vita hvør politiski myndugleikin verður í komandi tíðum. Eitt skal tó standa greitt: tað er av størsta týdningi, at myndugleikin megnar at geva øllum ein greiðan boðskap, soleiðis at øll, ið eru knýtt at sama myndugleika vita hvør kósin er og hvussu vit fyrireika okkum til framtiðar avbjóðingar.

Vit eru her í dag tí tit hava prógva, at tað loysir seg- hóast ikki bara viðstreym- at stríðast fyri tí sum tit eru sannførd um er tað rætta. Tað er fyrst og fremst tykkum fyri at takka, at trygdarmiðstøðin í Klaksvík er ein tíðandi viti og varði í okkara samfelag, sum vit øll kunnu verða errin av.

Líkamikið hvør mín politiski leiklutur verður í nærmastu framtíð, so skal eg gera mítt til, at positiva gongdin kann halda áframt.

Við hesum fáu orðum vil eg vegna Føroya Landsstýri ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við góðkenning tykkara.

Góðan byr og Harrans sygning í framtíðini.

Takk fyri.
Karsten Hansen, landsstýrismaður