Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór øsing trýsti vágaportalin til at taka grein aftur

John William Joensen

sigur Ólavur í Beiti frá Vágaportalinum, sum viðgongur at hann ikki hevði orku til at standa ímóti trýstinum

Í morgun visti Vàgaportalurin at siga, at tinglimur úr Tjóðveldi hevði ringt og greitt frá at samgongusamráðingarnar vóru slitnaðar og at Tjóðveldi hevði bjóða Jørgen Niclasen løgmannssessin.

Sambart Vágaportalinum vísti formaður Fólkaflokksins hesum aftur – men fyri løtu síðan var greinin bráddliga burtur.

Stórt trýst

– Eg má siga at tað hevur verið ein ógvuslig øsing í kjalarvørrinum av áðurnevndu grein.

– Kjaktorgið hjá okkum var beinanvegin fult av óðum viðmerkingum og vit hava fingið bæði líkt og ólíkt skotið í skógvarnar.

– Vit hava avmarkaða orku og tá tað krevur nógv at halda skil á kjakinum – valdu vit at trekkja greinina aftur, sigur Ólavur í Beiti.

– Hetta er sera harmuligt, men tað er ein staðfesting av, at tað ber ikki til at skrivað alt slag av tíðindinum í einum so lítlum samfelag.

– Eg havi ongantí ætlað at avdúkað navnið á løgtingsliminum – sum ringdi til mín – tí sjálvandi eiga vit í pressuni at verja okkara keldur.

– Men eg helt tað verða áhugavert at ein tinglimur soleiðis royndi at ávirkað politisku støðuna og sjálvur havi eg ikki tikið støðu til um eg skal avdúka hvør tað var.

– Hinvegin má eg viðganga at tað er elendigt av mær at taka greinina av portalinum, men tað havi eg valt at gera fyri frið skyld, og samstundis havi eg eisini hugsað um støðu mína sum eigari og dagligur leiðari á Vágaportalinum.

Ólavur í Beiti vísir aftur at Tjóðveldi skal hava kravt at greinin var afturtikin, men hann viðgongur at orkan ikki røkkur til at hava greinina standandi á netinum í løtuni.