Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóannes Eidesgaard lagt frá sær sum løgmaður

John William Joensen

Í dag handaði Jóannes Eidesgaard, løgtingsformanninum eitt bræv har hann legði frá sær sum Føroya Løgmaður. Løgtingsformaðurin hevur kallað flokksformennirnar saman til formannsrundu í morgin kl. 9:30

Flokksformennirnir fara síðani at vísa á ein nýggjan samráðingarleiðara og sambart stýrisskipanini skal tað verða tann persónurin sum hevur minst møguleika fyri at fáa ein meirluta ímóti sær í tinginum.

Tá samráðingarleiðarin hevur boða løgtingsformanninum frá at hann hevur eina samgongu aftanfyri seg kallar løgtingsformaðurin tingið saman.

Sambart løgtingsformanninum verður tingið kallað saman týsdagin í komandi viku.

Hósdagin fara tingmanningarnar í Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum at velja síni landsstýrisfólk.


Brot úr Stýrisskipanini

§ 28. Tá ið løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs.

Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið.
Stk. 3. Løgtingið skal í seinasta lagi 4. yrkadagin eftir, uttan nevndarviðgerð, greiða atkvøðu um uppskotið. Atkvøður meiri enn helmingur av øllum tingmonnum ímóti uppskotinum, er tað fallið. Annars er tað samtykt.

§ 29. Loystur skal verða úr embæti løgmaður ella landsstýrismaður, ið biður um tað. Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embæti, og løgmaður loysir landsstýrismann úr embæti.

§ 31. Hevur løgmaður biðið um at verða loystur úr embæti sbr. § 29, ella løgtingið hevur váttað honum misálit sbr. § 30, starvar landsstýrið, til nýggjur løgmaður er tilnevndur. Í tíðarbilinum fram til, at nýggjur løgmaður er tilnevndur, kann landsstýrið ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað.

Harleyfacadeacryl