sigur Annfinn Kallsberg, sum var løgmaður hjá fullveldissamgonguni. -Ábyrgdin fyri at samgongan ikki longur er til – er at finna hjá leiðsluni í Tjóðveldinum
– Eg má siga at tað er ótrúglig rúmd, sum Høgni Hoydal far í fjølmiðlunum.
– Hann tosar um at løgtingsvalið greitt vísti á eina sjálvstýrissamgongu – men vit mugu minnast til at tað eru nýggju mánaðar síðan at løgtingsvalið var – og at hann beint efir løgtingsvalið valdi Fólkaflokkin frá.
– Formaðurin í Tjóðveldinum hevur sjálvur sátt iva um hvørt flokkur hansara megnar at verða stjørnar berandi og sjálvur meti eg tað verða ivasamt hvussu stórt álit politiska skipanin hevur á leiðsluni í Tjóðveldinum.
– Og eftir tað, sum er hent síðan løgtingsvalið, loyvið er mær at ivast í hvussu stórt álit Føroya fólk hevur á Tjóðveldinum.
– Tað er eingin ivi um at ábyrgdin fyri at eingin sjálvstýrissamgonga varð skipað á hesum sinni liggur eina og áleina hjá Tjóðveldinum.
– Eg fari sjálvandi ikki blanda meg í innanhýsis viðurskifti í øðrum flokki, men tað er greitt at tað skal nógv til fyri at byggja álit upp aftur, og grundalagið undir øllum samstarvi má verða álit – at eitt orð er eitt orð.




