Samgongan hevur sett sær fyri at leggja kommunur saman 1. januar 2011
Í samgonguskjalinum hjá ABC stendur soleiðis um ætlaðan kommunureform:
Samgongan fer undir ein kommunureform vísandi til samtykta talið av kommunueindum. Reformurin verður settur í verk 1. januar 2011. Innihaldið í reforminum er fíggjarlig útjavningarskipan, blokkstuðul og flyting av ábyrgdarøkjum frá landi til kommunur.
Kommissión, sum skal vera liðug á ólavsøku 2009, verður sett at fyrireika:
• Útjavning
• Blokkstuðul
• Allýsing av ábyrgdarøkjum, so sum eldraøkið, fólkaskúlin, vegakervið og aðrar uppgávur, sum kunnu flytast kommunum at umsita
Broytingarnar í kommunubygnaðinum skulu geva øllum økjum í landinum møguleika fyri at mennast í javnvág.




