Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj samgonga

(Hannefía Joensen)

So fingu vit endiliga nýggja samgongu. Sigast má, at tað var hart tiltrongt, tí CHE samgongan megnaði ongantíð rættuliga at koma ígongd og tí hevur landið nærum liðið í stjórnarloysi líka síðani løgtingsvalið.

Nú er at hyggja frameftir, og fyri okkum borgarar er at vóna, at okkara fólkavaldu menn eru so mikið at sær komnir, at teir nú fáa hesa samgonguna at virka optimalt, tí tað sær út, sum vit ganga tíðum á møti, ið kanska ikki vera so lættar at koma ígjøgnum.

Í skrivandi stund er ikki fastlagt, hvørji landsstýrisfólkini hjá teim ymsu flokkumum vera, við undantak av Sambandsflokkinum, sum longu hevur kunngjørt hvørji koma afturat Kaj Leo Johannsen, sum løgmanni.

Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, legði í hesum samráðingum kongin. Hann segði við sjónvarpið, at tað hevði ligið honum fremst at vinna javnaðarflokkinum so sterka positión í nýggju samgonguni sum gjørligt, og var hann tí sera væl nøgdur við, at hava fingið trý týðandi málsøki at umsita í landsstýrinum, hóast javnaðarflokkurin er minstur av teim trimum í nýggju ABC samgonguni.

Hvar Jóannes Ejdesgaard fer at sita og toga í trægrirnar hjá javnaðarflokkinum restina av tíðarskeiðinum fingu vit ikki heilt at vita. Men tað kundi verið líkt til, at hann við hesum endar sum tingformaður restina av setuni.

Sigast má, at Jóannes hevur ført samráðingar um nýggja stjórn á ótraditionellan hátt, og tað vóru ikki nógvir serfrøðingar sum góvu honum ein kjans i hesi roynd hansara. Onkur helt so seint sum fyri tveimum døgum síðani, at trupulleikin var nú, semja var um samgonguskjalið, at ongin pápi var, tí Jóannes hevði frammanundan givið løgmansessin upp til skutil og tí varð væntað at alt fór at detta á gólvið orsakað av stríði um løgmann.

Men taka vit samanum, so sæst at flokkarnir, ella flokksformenninir hava verið realistiskir í strembanini eftir at seta seg saman í stjórn, tí størsti flokkur fekk løgmann og tað átti ikki at verið órealistiskt, hinvegin hevur Jóannes helst fingið tað afturgoldið við at fáa eins nógvar landsstýrissessir og hinir flokkarnir, hóast javnaðarflokkurin er tann minsti.

Jú ásannast má, at væl er telvað.

Harleywoodpaint