Annfinn Kallsberg og Jákup Mikkelsen, siga at tunnlarnir norður um fjall eru fyrst á skránni hjá nýggja landsstýrinum.
– Tað er skeivt tá Norðlýsið skrivar, at tunnlarnir Norður um Fjall ikki eru partur av samgonguskjalinum, siga teirbáðir norðoyatingmennirnir.
– Tað er ikki vanligt at nevna allar vegagerðir í einum samgonguskjali, men tað er ein greið avtala at arbeiðast skal eftir ræðfestingarætlan sum er løgd fram til 2020 og í henni stendu íløgan norður um fjall fyrst fyri.
– Fyrsta íløgan sum nýggja samgongan tí fer at gera í vegkervið eru tunnlarnir norður um fjall, siga teirbáðir í stuttari viðmerking til Norðlýsið




