Team Klaksvík fekk ikki eina ynskiliga byrjan upp á nýggja kappingarárið, tí liðið tapti fyri StÍF í Badmintonhøllini sunnudagin.
Team Klaksvík – StÍF 24-29 (10-14)
Spenningurin var stórur í Badmintonhøllini sunnudagin, tá ið Team Klaksvík skuldi leika sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum.
www.team-klaksvik.com skrivar, at Stíf, sum var komið á vitjan, ikki gjørdi mætari enn at vinna sannførandi.
Úrslitið bleiv 24-29 (10-14) til gestirnar.
Team Klaksvík byrjaði betur og kom á odda 2-0 eftir 3 minuttir, hetta var tó einastu ferð, at heimaliðið var á odda í dystinum.
StÍF, við Kára Horn á odda, byrjaðu at skjóta langskot, sum hvørki verjan ella málverjar hjá Team Klaksvík fingu veruliga fatur á. Kári skoraði ikki færri enn 9 mál í dystinum.
Team Klaksvík má
skifta í hægri gear
Sum heild kan sigast, at Team Klaksvík skal upp í eitt nógv hægri gear, um liðið yvirhøvur skal verða við í oddastríðnum í ár.
Heimasíðan hjá Team Klaksvík leggur tó afturat, at tað eru 19 dystir eftir enn, so nú er ikki at missa mótið, men heldur at læra av mistøkunum, sum gjørd vórðu í hesu fyrsta dystinum.
Málini hjá Team Klaksvík gjørdu: Beinur 9 – Fríðin 4 – Jógvan 3 – Gunnar 3 – Jón 2 – Sámal 1 – Kristian 1 – Rógvi 1.
Á liðnum vóru eisini Dánjal, Willy, Bent, Dániel, Matthias og Asmund.




