Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sminkuskeið,

John William Joensen

Tú kanst verða skotin ella sligin í høvdið við fløsku. Men tú fært ikki ilt, tá tað eru special effects.

Tú kanst læra teg at sminka blóðug sár og at gera óhugnaligar likamslutir. Bein- og armbrot, glasskør í sárunum, avhøgdar fingrar, brandsár, eftirgjørdar innvølir og likamslutir

Hetta er innihaldið í skeiðnum, sum Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) og Havnar Sjónleikarafelag skipa fyri 7.-9. novembur 2008". Skeiðið verður í Havn í skúlabarakkini millum MáF og Sjónleikarhúsið og byrjar fríggjakvøldið 7. novembur kl. 19 og endar sunnudagin 9. novembur kl. 16. Skeiðið er ætlað teimum, ið plaga at fáast við at sminka til sjónleik, film o.a. , men øll við áhuga eru vælkomin at tekna seg.

Lærari er Janus Vinther, sum hevur ein sminkuskúla niðri í Keypmannahavn, har hann undirvísir bæði lærdum og leikum og bæði børnum og vaksnum.

Vilt tú vita meira, kanst tú ringja til MáF á 285624

Les meira á www.maf.fo