Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jórun Høgnesen: Býtið millum land og kommunur

(Hannefía Joensen)

Klaksvíkar Kommuna hevur seinastu árini roynt at skapa trivna fyri familjur við børnum. Hetta er m.a. gjørt við at skipa fyri góðari barnaansing og frítíðartilboðum fyri børn og ung .

Barnaansing til øll børn er eitt krav í dagsins samfelag og eitt øki, sum kommunurnar hava alla ábyrgd av. Hetta kostar nógvan pening, sum verðaur fíggjað við kommunugjaldi og foreldragjaldi. Kommunan rindar 2/3 av rakstrinum og foreldrini 1/3. Fyri Klaksvíkar Kommunu svarar hetta til uml. 27mió.kr árliga. Hetta er nógvur peningur vit tosa um her, og ein stórur partur av rakstrinum hjá kommununi, men eftir mínum tykki er hann rætt brúktur.

Barnaansingin kommunalt málsøki í 2001
Til samanberingar skal sigast, at áðrenn barnaansingin var løgd til kommunurnar burturav at umsita og gjalda í ár 2001, kostaði hetta økið uml. 3.mió.kr úr kommunukassanum, og ein rúgva av børnum stóðu á bíðilista at fáa pláss í barnaansingarskipanini. So her hevur kommunan tikið eitt megnartak og gjørt tað einasta rætta við at bróta upp um armar og seta ferð á, at útbyggja ansingarskipanina. Barnaansingarøkið er ikki liðugt útbygt enn, men nú erkomið væl áleiðis. Ein røtt og skilagóð raðfesting, hóast hon kostar ein 1/3 av rakstrarpeninginum á kommunalu fíggjarætlanini, og er ein av grundunum til, at rakstrartølini eru so høg í mun til fíggjarorkuna. Tá eru íløgurnar til bygging av Barnahúsinum Margith og Spælistovuni ikki við. Hesar liggja um 17.mió kr. Men vit mugu ikki gloyma, at tað eru fleiri arbeiðspláss í barnaansingini, serliga er tað kvinnurnar, og at hetta eisini frígevur arbeiðsorku til aðrar vinnur, sum so gevur vinning til lokala samfelagið og kommunukassan. Tað liggur í kortunum at byggja ein nýggjan stovn afturat so skjótt sum fíggjarorkan loyvir tí.

Barnaverndarøkið kommunalt í 2004
Aftaná at barnaansingin bleiv kommunal burtur av, gjørdist eisini barnaverndarøkið eisini kommunalt í 2004, og rindar kommunan nú alt virksemi´ í samband við tað, sum barnaverndin og sosiala deild setur í verk. Tað var greitt, at hetta kom at kosta kommununi eitt skattaprosent, men Býráðið avgjørdi ikki at hækka skattin tá, tí inntøkurnar vóru vaksandi. Kostnaðurin í dag liggur um 4.mió.kr.

Eldraøkið enn eitt landsmál
Nú er kommunan so nógv kritisera fyri manglandi loysnir á eldraøkinum, og rætt er tað, at umstøður hjá óhjálpnum eldri í kommununi ikki eru nóg góðar, men her kemur fløkta býtið millum land og kommunur inn í myndina. Eldraøkið er nevniliga eitt landsmál enn, og tí er tað landið, ið hevur misrøkt sínar uppgávur mótvegis hesum borgarum. Fleiri eldri, sum búgva heima, hava stóran tørv á heimahjálp, men her røkkur fíggjarliga avsetingin hjá landinum heldur ikki til. Summar kommunur hava tó megnað at vera við í útbyggingum, og Klaksvíkar Kommuna hevur staðið fyri Kráarbrekkuverkætlanini við eldraíbúðum og sambýli. Næsta úbyggingin í Klaksvík má vera eitt veruligt røktarheim.

Støða má takast til býtið millum land og kommunur
Tað er nógv tosað aftur og fram um útlegging av ávísum økjum til kommunurnar at umsita, eisini eldramál. Skulu vit koma víðari við hesum, so er neyðugt ,at land og kommunur veruliga seta seg saman og loysa hetta málið á skilagóðan hátt, soleiðis at kommunurnar veruliga fáa skapað góð viðurskifti innan røkt og fyribyrging eins onnur neyðug tilboð. Hetta kostar rættuliga nógvan pening og tí má tann fíggjarligi parturin verða loystur soleiðis, at kommunurnar fáa nóg mikið av peningi frá landinum til at gera gott við. Hetta krevur broyting í skattaviðurskiftunum millum land og kommunur, soleiðis at landsskatturin minkar samstundis sum kommunuskatturin veksur, stutt sagt ein skattareform, tí annars letur hetta seg ikki gera.

Dagsentur raðfest fremst

Sum ein liður í fyrireikingini til at yvirtaka eldraøkið hevur kommunan sett ein arbeiðsbólk við fakfólki at gera eina heildarætlan fyri eldraøkið í Norðoyggjum. Bólkurin verður væntandi skjótt liðugur við alt arbeiðið, men hevur tó fingið álagt at raðfesta niðaru hædd á Sambýlinum á Heygnum framum, tí har skal ætlandi eitt dagsentur gerast sum skjótast, og her hevur kommunan eisini nakað av peningi tøkan, sum er oyramerktur til endamálið, og kann ikki nýtast til nakað annað.

Landsýriskvinnan raðfestir eldraøkið
Vit kunnu fegnast um, at landstýriskvinnan í almanna málum sigur seg raðfesta eldraøkið høgt og er positiv yvir fyri at taka málið upp av álvara, tí her má nakað munagott gerðast. Eg fari at ynskja Rósu Samuelsen tillukku við landstýrissessinum ,og samstundis vil eg heita á hana um at taka málið til viðgerðar beinanvegin saman við kommununum.

Jórun Høgnesen, býráðslimur.