Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samrøða við Eyðfinn Reyðberg, stjóra í Norðoya Sparikassa: Tað er ein tryggleiki at verða partur av eini skipan sum virkar sera væl

John William Joensen

sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, sum fegnast um at bankasektorurin ruddar upp eftir sær sjálvum og ikki sendir rokningina til skattgjaldaran.

Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, sigur at kreppan sum seinastu tíðina hevur rakt føroyska fíggjarmarknaðin líkist als ikki kreppuni, sum vit minnast frá fyrst í 90 unum.

– Hetta er ein kreppa, sum byrjar í USA og sum varð hildin fór at avmarkað seg til USA. Men vit livað í einum altjóðagjørdum fíggjarheimi og skjót spreiddi kreppan seg til fíggjarmarknaðir um allan heim.

– Orðsøkin til at vit eisini merkja kreppuna í Føroyum er at kreppan í USA førdi til at útlendskir bankar góvust við at veita lán til aðrar bankar.

– Fyri at tryggja at sín egna likviditet var peningur ístaðin settur inn í tjóðbankarnar og hetta merkti at ein likviditets- og kredittkreppa spreiddist um allan heimin.

– Peningarenslið millum peningastovnar frysti ella helt uppat og fyri stuttum førdi hetta til at vit fingu eina fráboðan frá tjóðbankanum har bankar í ríkinum fingu loyvi til at lána uppá solvensin hjá einstøku bankunum.

– Fyri peningastovnar sum Norðoya Sparikassa var hetta gott, tí vit hava ein sera høgan solvens, men fyri hart spentar bankar sum lógu nirri á lógarkravinum var hetta ikki nøkur hjálp.

Danska pengakervið sera sterkt
Eyfinn Reyðberg sigur, at avtalan sum nú er gjørd millum donsku stjørnina, tjóðbankan og peningastovnarnar er enn eitt dømi um hvussu væl skipanin virkar.

– Vit hava verið vitandi um at samráðingar hava verið og tað er álitisvekjandi at vita at allir flokkar á Fólkatingið hava verið partur av hesum samráðingum.

– Hetta er ikki ein neyðbremsa ella ein loysnm sum er tikin úr leysum lofti – men ein væl gjøgnumhugsað ætlan, har banka-sektorurin ruddar upp eftir sær sjálvum.

– Talan verður ikki um at skattgjaldarin skal gjalda rokning fyri fíggjarkreppuna og tað er sera positivt.

– Við avtaluni, sum nú er sett í verk, er innistandandi í øllum peningastovnum í ríkinum tryggjað.

– Líkamikið um tú eigur 300.000 krónur ella 5 milliónir krónur á bók – so er peningurin tryggur.

Norðoya Sparikassi eisini við
Eyðfinn Reyðberg sigur at í stuttum er gjørd ein avtala har bankarnir saman við tjóðbankanum stillað eitt garanti – sum tryggjar innistandandi og samlaða talið sum peningastovnar saman veita trygd fyri er 35 milliardir krónur.

– Fyri okkum í Norðoya Sparikassa merkir hetta at um allar 35 milliardirnar verða effektivar so verður tann parturin sum vit skullu gjalda 40 milliónir krónur.

– Eg haldi heldur ikki at ein kann siga at bankasektorurin er lagdur í handjørn – tí krøvini sum nú verða sett eru rímilig.

– M.a. tryggjar grunnurin seg við at krøv verða sett til leiðslu og til sølu av partabrøvum.

– Bankasektorurin bindir seg til ikki at úgjalda vinnisbýti í eitt tvey ára skeið og í staðin skal sektorurin brúka orku uppá konsolidering.

Talið á bankum minkar
Fleiri viðmerkjarar hava sagt at ætlanin eisini er at minkað um talið á bankum við at samanleggja smærri bankar, men stjórin í Norðoya Sparikassa óttast ikki hesa gongdina.

– Fyri nøkrum árum síðan var talið á bankum í Danska Ríkinum omanfyri 200 og nú er talið umleið 150.

– At hetta talið ferð at minkað enn meira er ein eingin ivi um – men hetta merkir ikki at Norðoya Sparikassi verður samanlagdur við annan peningastovn.

– Verða teir 150 peningastovnarnir í ríkinum mettir eftir stødd, so liggur Norðoya Sparikassi nummar 50. Tað eru umleið 100 bankar, ið eru minni enn vit og tað talið fer uttan iva at minkað.

Føroyski búskapurin sunnur
Stjórin í Norðoya Sparikssa sigur at Føroysku peningastovnarnir hava tað gott.

– Vit hava øll arbeiði og tað gongur væl. Partar av fiskivinnuni eru í trupuleikum, men annars haldi eg at vit hava ein sunnan búskap.

– Trygdarnetið, sum danska stjørnin nú spennur undir peningastovnarnar er sera postivit og skapar ein fíggjarligan stabilitet og tað gerð eisini at peningastovnar standa sterkari at loysa tær uppgávur, sum standa fyri framman.