Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ísland lænir 30 milliardir úr Russlandi

John William Joensen

Íslendski tjóðbankin hevur samráðst seg fram til eitt stórt lán úr russlandi uppá 4 milliardir evrir, skrivar Reuters

Tjóðarbankin boðar frá at russiski ambasadørurin í íslandi,  Victor Tatarintsev, hevur boða frá at Rusland er til reiðar at lána pengin.

Sambart tjóðbankastjóranum, David Oddsson, vil lánið styrkja um valuta-reservan, hjá tjóðbankanum og harvið stuðla undir íslendsku krónina.

Sambart tíðindastovum er lánið stuttfreistað og treytirnar eru harðar.