Við tveimum ósigrum hevur Team Klaksvík ikki fingið ta ynskiligastu byrjanina upp á kappingarárið, men teir hava gott mót, og eitt nú hava teir ein sterkan málverja í Andrassi Samson.
Team Klaksvík tapti eisini tann næsta dystin í hesum kappingarárinum. Dysturin var spældur í Gundadalshøllini farna vikuskiftið, og endaði hann við einum tryggum heimasigri 28-21 eftir at støðan í hálvleikinum var 13-7.
H71 vann deildina síðsta kappingarár, so leikararnir úr Team Klaksvík vóru fyrireikaðir upp á eina torføra uppgávu. Í mun til síðsta dyst ímóti strandingum, sum Team Klaksvík tapti við 5 málum, vístu leikararnir nógv betri vilja enn til undanfarna dyst, skrivar heimasíðan hjá Team Klaksvík, www.team-klaksvik.com.
Verjan stóð sera væl, og við einum stórspælandi Andrassi Samson í málinum sá tað eisini gott út ta fyrstu løtuna. Men eftir eitt korter fóru hoyvíkingar spakuliga frá Team Klaksvík.
Leikararnir hjá Team Klaksvík tóktust fjálturstungnir, og tordi ongin veruliga at taka ábyrgd. Lítlar og ongar hóttanir vóru frá skjúttunum úr Klaksvík, og tí varð tað ógvuliga tungt hjá teimum at halda tørn við H71.
H71 var frammanfyri allan dystin, men glottar vóru tó at hóma hjá Team Klaksvík. Liðið stríddist væl í verjupartinum, men álopsparturin sveik.
Jón Jacobsen leikti ein sera góðan hálvleik, og stóð verjan hjá H71 ofta sum kánus, tá ið kviki vongspælarin breyt seg ígjøgnum.
Enn er stutt fráliðið, og gera leikararnir somu framstig, fer gongdin nokk at venda, rokna teir við í Team Klaksvík.
Málskjúttarnir hjá Team Klaksvík: Jón 6, Beinir 5 (3) Dánjal 2 Fríðin 2 Mathias 2, Jógvan 2, Sámal 1, Willy 1.
Rógvi, Gunnar, Ásmund, Andrass, Daniel og Bent vóru eisini við á liðinum.




