Ikki kann sigast annað enn, at feðgarnir Abraham og Bogi Løkin eru fótbóltsfeðgar av format, og tað er eitt ótrúligt avrik, at júst sonur eina Landskronahetju skoraði næsta mál føroyinga ímóti sama Eysturríki 18 ár seinni!
Fyri 18 árum síðan rann Abraham Løkin (tá mundi hann enn eita Hansen til eftirnavn) á vøllinum í Landskrona, har hann saman við hinum Landskrona-hetjunum skapti eina av heimsins størstu fótbóltssensatiónum nakrantíð við 1-0 sigrinum á Eysturríki í okkara allar fyrsta dysti í altjóða kapping sum landslið.
Og nú leygardagin lagaði tað seg soleiðis, at Jákup á Borg fekk ein snudd í fyrra hálvleiki, sum gjørdi, at hann mátti skifast út, og so slapp sonur Abraham, Bogi Løkin, á vøllin, í okkara fyrsta heimadysti móti sama landi síðan 1990.
Tað hevði í sjálvum sær verið ein serstøk hending fyri feðgarnar báðar, men enn meira forkunnugt gjørdist tað beint eftir hálvleikssteðgin, tá ið Bogi Løkin gjørdi eitt gott mál og harvið legði Føroyar framum 1-0.
Gaman í javnaðu eysturríkar beinanvegin eftir 1-0 málið, men 1-1 javnleikurin er framvegis eitt sera, sera flott úrstlit, og eftir stendur tann veruleikin, at Landskrona-syndromið hjá Eysturríki ikki er minkað eftir hendan dystin ímóti Føroyum, kanska tvørturímóti, tí heldur ikki hesaferð vunnu teir á Føroyum, og aftur hesaferð var ein Landskronahetja eftir teimum – bara hesaferð var tað sonurin, sum gjørdi arbeiðið fyri hann.
So eysturríkar sleppa ikki so undan Landskrona-marruni!!
Gott Abraham!! Gott Bogi!!
Koyr á Føroyar !!!!




