Landsbankastjórin vantar at búskapar-vøksturin í ár verður nærri 3 prosent enn tey 4,7 prosentini, sum landsbankin metti í aprílmánaða í ár.
Sigurd Poulsen, Landsbankastjóri sigur at serliga støðan í fiskivinnuni ger at vit fáa eina mundani lægri vøkstur í búskapinum í ár.
– Vit hava ikki gjørt nakrar endaliga metingar men eg vanti at vøksturin verður nær við trí prosent.
– Tað er sjálvandi positivt at oljan heldur á við at lækka og er nú komin niður í eina helvt av tí hon var fyri trimum mánaðum síðan.
– Men vit rokna tó við at talan verður um ein prísvøkstur tá miðaltalið fyri 2008 verður klárt.
Landsbankastjórin dugdi ikki at siga nær teir koma við einari metin um búskaparvøksturin fyri í ár – men roknaði tó við at tað bleiv einaferð í novembermánaða




