Í samband við at Trølla Pætur og Trølla Omman geva út nýggja bók, fara tey í vikuskiftinum at vitja 4 shellstøðir, har børnini kunnu fáa autografar á hesar bøkur.
Eisini hava tey stóra Trølla-Bussin við, og kunnu øll børn hyggja inn í hann.
Fríggjadagin kemur nýggj barnabólk út á marknaðin, og er hetta fyrsta bólkin sum Trølla Pætur og Trølla Omman geva út. Bólkin eitur: “Trølla Omman lærir at telja uppí 10”, og er hon væl egna til børn undir skúlaaldur. Í bókini lærir Trølla Pætur ommuna at telja uppí 10, uppá ein fittan og stuttligan máta. Í samband við hesa útgávu, so verður nógv gjørt burturúr, tí í vikuskiftinum fara trøllini at vitja 4 shellstøðir, har høvi ber til hjá børnum at heilsa uppá trøllini, og fáa autografar.
Leygardagin kl. 14.00 vitja tey Shellstøðina í Klaksvík og sama dag kl. 17.00, leggja tey leiðina fram við Shellstøðini í Gøtudali. Sunnudagin kl. 14.00 ber til at heilsa uppá trøllini á Shellstøðini við Ringvegin, og sama dag kl. 17.00, vitja trøllini Shellstøðina á Frælsinum. Í samband við hetta tiltakið, so er Trølla Omman í serliga góðum lag, tí hon ætlar sær at bjóða øllum børnunum ókeypis Pop-Top, sum hon hevur fingið frá MBM.
Nýggja bókin hjá trøllunum kostar Kr. 59, og fást á omanfyri nevndu Shellstøðum og hjá BR-leikum. Í samband við at Trølla Omman nú dugir at telja uppí 10, so hava trøllini eisini gjørt ein nýggjan sang um at telja uppí 10. Hesin sangur kunnu børn lurta eftir inni á heimasíðuni hjá trøllinum – www.tp.fo




