Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – Klaksvík International 2008: Heini og Martin taptu

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir remis móti stórmeistarum í fyrstu umførunum mátti Heini Olsen mánadagin lúta fyri triðja stórmeistaranum, og eisini Martin Poulsen tapti.

Heini Olsen og Martin Poulsen høvdu hvør sítt stig áðrenn talvdystirnar mánadagin, og við dagslok var einki komið afturat á stigakontur teirra.

Heini hevði svarta fólkið móti stórmeistaranum GM Ralf Åkesson, men hesaferð gekst ikki eins væl og teir báðar undanfarnu dagarnar, tí Heini mátti lúta.

Somu lagnu var Martin Poulsen fyri. Hann hevði svarta fólkið móti altjóða meistaranum IM Esben Lund, sum eisini gjørdist honum ov sterkur í hesum umfari.

Meðan Norðlýsið var á vitjan í fimleikarhallunum, sat triði føroyingurin í kappingini, Olaf Berg, framvegis við talvborðið yvir av IM Sammalvuo Tapani. Talvið var ikki liðugt, men Olaf tóktist vera í verjustøðu.

4. umfar, sum verður telvað týsdagin kl. 14:00 er soleiðis samansett:

GM Jones Gawain – FM Semcesen Daniel
IM Sammalvuo Tapani – GM Sulskis Sarunas
Poulsen Martin – Berg Olaf
FM Olsen Heini – IM Lund Esben
GM Grabarczyk Miroslaw – GM Åkesson Ralf

Sostatt skulu vinmenninir báðir, Martin Poulsen og Olaf Berg, telva ímóti hvørjum øðrum, meðan Heini Olse hevur hvíta fólkið móti Esben Lund, sum mánadagin vann á Martini.