Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umbering

John William Joensen

Kringvarp Føroya: Umbering til Meinhard Bjartalíð og lurtarar vegna skeiva sending í Kringvarpinum.

Leygarkvøldið 11. oktober fór skeiv sending í luftina í útvarpinum. Talan var um, at ein skeivur partur í røðini “Hitt heilaga evangeliið skrivar", við Meinhardi Bjartalíð sóknarpresti, av misgávum varð sendur. Fleri lurtarar hava gjørt okkum varug við hetta. Slík mistøk eiga ikki at koma fyri og vit hava tikið neyðug stig til tess at forða fyri, at mistøk av hesum slagi ikki endurtaka seg. Samstundis vilja vit biða Meinhard Bjartalíð og allar lurtarar um umbering fyri mistakið.

Vinarliga

Allan Dalsgarð
Miðlaleiðari
Kringvarp Føroya