Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini verður við til seinasta mann

John William Joensen

Uppstillingin í Kunoyar Kommunu er nú um at verða liðug, og borgarstjórin seinastu 31 árini bjóðar seg fram at sigla skútuna í havn, nú kommunurnar ætlandi verða lagdar saman í størri eindir

John Dam Berg, bygdaráðslimur úr Haraldssundi sigur at stórar avbjóðingar eru fyri framman.

– Málið sum mest verður tosað um er kommunusamanleggingin sum ABC samgongan hevur sett í samgonguskjalið.

– Eg haldi ikki at fólk í Kunoyar Kommunu hava hug at leggja saman, men eftir tí sum ein hoyrir so verður hetta seinasta ferðin at kommunustýri verður valt fyri Kunoynna.

– Onnur mál sum sóttreinsað vatn, busskýlir eru eisini á skránni og nógv verður tosað um at fáa rætta byrgingina út og hækka hana. Sum støðan er í løtuni standa bilar undir í sjóroki tá koyrt verður um byrgingina um veturin.

John Dam sigur at á seinasta kommunuvalinum var ætlanin at fáa eitt leiðsluskifti í Kommununi, men tað eydnaðist ikki – men kanska hetta fer at eydnast hesuferð.

Listin úr Haraldsundi til kommunuvalið er hesin: John Dam Berg, Eyðbjørg Hansen, Egil Finnson, Sóley í Kongsstovu og Mortan Jacobsen

Heini til dystin fús
Tað er neyvan langt av leið at Kunoyar Kommuna eigur heimsmet í borgarstjóranum Heina O. Heinesen. Í 31 ár hevur hann verið borgarstjóri og sambart honum sjálvum er hann til dystin fús.

– Tekin eru í sól og mánað um at nú verða smærru kommunurnar lagdar saman og tí hevði tað verið áhugavert at verið við til samráðingar um kommunusamlegging.

– Lítil nytta er í hjá nýggjum fólki at koma í kommunustýri – bara fyri at avtaka tað – og sjálvur kenni eg jú skipanina innanífrá og tí kundi eg hugsað mær at verið við til endan.

– Eingin ivi er um at niðurteljingin til kommunusamanleggingina er byrjað og eg trýgvi at royndirnar hjá mær høvdu givið okkum eitt gott úrslit.

– Skattaprosentið í Kunoyar Kommunu er 16 % og kommunan eigur eina álíkning á bók, men vit merkja eisini væl til støðuna í fiskivinnuni og mettu inntøkurnar í ár fara als ikki at halda, sigur Heini O. Heinesen sum er til dystin fús.