Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BRÁVAKRA PARTAPOLITISKA ENDURFØÐINGIN

Oliver Joensen

Ivaleyst var tað skilagott av Nobelnevndini, at kjósa Paul Krugmann til vinnara í búskapar- og fíggjarmálum í ár, hóast hann ígjøgnum árini hevur gliðið í meira lagi í køkingini, táið tað ræður um prinsipielt støðufesti.

tórbjørn jacobsen

Ein avís sum Sosialurin eigur sjálvandi ikki, at lata eitt slíkt val fara afturvið borðinum, uttan at taka tað upp til viðgerðar. Heldur mann seg vera ein part av heimsmeldrinum, verður málið tikið upp í eini oddagrein. So sjálvsagt, og tað hendi ígjár.

Nú kunnu tað vera fleiri orsøkir til, at stjølurin hevur verið ringur á oddagreinshøvundinum í gjáramorgunin, hann kann hava leskað sær á eitt súrt yougurt í lýsingini, men javnmetingin millum heimskreppuna og CHE-samgonguna er burtur úr vón og viti.

Beinleiðis endurgivið: ”Hann (Krugmann) átti at givið øllum politikkarum nakað at hugsa um, eisini í Føroyum, ikki minst tá hugsað verður um, at tað einasta, sum CHE samgongan var samd um var, at í Føroyum skuldu tær frælsu og ótálmaðu marknaðarkreftirnar ráða !”

Útrópstekin í endanum. Ákæra og dómur, alt í einum hurlivasa. Vit vita, at tveir av samgonguflokkunum í CHE samgonguni ikki vóru, og tíansheldur eru, í krithúsinum hjá sosialdemokratisku avísini. Og tungan spektiskt eisini munandi, nú teir av nýggjum hava sáttað seg aftur við brávøkru hugsjónina hjá borgarligu ABC samgonguni, har Javnaðarflokkurin er ein mýruvongur, eitt ússaligt klípið, men harfyri eigur ein seriøs avís ikki at tveita um seg við tómum postulátum, sum eru at kalla heimsmet í søgufalsan.

At vinstrastjórnin, sum sat við valdinum í hálvan áttanda mánaða, nú skal samanberast við yuppie-kapitalismuna, ið fer sum ein grovur skúrur kring allan knøttin, er ein einfaldgeran og politisk propaganda sum rópar til himins. Ongar grundgevingar, ongin viðgerð, ongin saklig meting og samsvarandi dømir. Bara ein klinisk politisk frelsa, ein brávøkur partapolitisk endurføðing í politiskari miðøld, ABC.

Heldur mann seg ikki vera føddan ígjár, so veksur úr hvørjum setningi fatanini um, at CHE samgongan hevði ætlað sær at kjálka fram ímóti sama politikki, sum Sjálvstæðisflokkurin og íslendska bankabourgeois´ið hava vanrøkt frændatjóðina fyri vestan við hesi seinastu árini, og sum nú er endað í búskaparligum svávilroyki. Sum setur at vælindunum hjá vanliga fólkinum sólarringin allan.

Sosialurin eigur tí at grundgeva fyri, hví hann heldur at vinstrahalla CHE samgongan hevði ætlað tað sama, og greina hvør politiski kjarnin er handan orðini: ”….tað einasta, sum CHE samgongan var samd um var, at í Føroyum skuldu tær frælsu og ótálmaðu marknaðarkreftirnar ráða !”