Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið argaði

John William Joensen

Illveðrið um vikuskiftið hevði fleiri avlýsingar og seinkingar við sær, vóru yvirskriftirnar í fleiri av miðlunum í gjár.

Síðani var reksað upp um m.a Norrønu sum fór til Klaksvíkar, flúgvarar sum komu ov seint, Smyril ov seinur og so Teistan sum avlýsti ein av seks átta túrum tann dagin. Forrestin var formula fótbólturin eisini útsettur. 

Men tað er ótrúðligt sum oyggjarnar eystanfyri verða lítið virdar. Másin hevði eisini avlýsingar sunnudagin og mánadagin. Men eingin tekur hetta uppá tungu. 

ÍSvínoy lógu 60 fólk veðurføst sunnudagin. Veit ikki hvussu nógv í Fugloy og um tey enn eru sloppin av oynni. 

Mánamorgunin varð ein lítil skái við Eiði meðan vestfallið enn lá. Brimið lá um kajina sum er sum kálvabak so hál. Her vóru so hesi 60 fólkini, børn og gomul sjóðraði umborð í hetta farð sum hevur uml. 15 sitipláss og pláss til uml. 30 undir takið. Restin stóð uppundir knø í sjógvi og sjóðroki og bóðu til Harran um enn einaferð at bera tey í øllum góðum inn í trongan. 

Frímund Hansen