– Tað at Kringvarp Føroya hevur í tíðindaflutningi sínum valt ikki at umrøða lógarbroti, sum stovnurin hevur framt við at seta ein tíðindaleiðari fyri allan stovnin, sigur nógv um hvussu óheftur tíðindaflutningurin er, søgdu fleiri tingfólk í morgun
Tað var Bjørn Kalsø sum av fyrstatíð reisti spurningin í tinginum um Kringvarpið var farið út um sínar lógarheimildir við at seta ein tíðindaleiðara – hóast kringvarpslógin greitt sigur at tíðindadeildin eigur at verða tvær óheftar eindir.
Í morgun reisti Tórbjørn Jacobsen spurningin aftur í løgtinginum og landsstýriskvinnan greiddi frá at hon ikki var liðugt at kann spurningin.
– Bara tað at kringvarpið – sjónvarp og útvarp hesar seinastu 14 dagarnar als ikki hava umrøtt spurnignin – vísir greitt at tørvur er á at hava óheftar tíðindadeildir, segði Jógvan á Lakjuni, sum var landsstýrismaður tá deildirnar vóru lagdar saman.
Út frá orðaskiftinum skilst at breið semja er í tinginum at kringvarpið eigur at hava tveir tíðindaleiðarar og at kringvarpið við at seta ein leiðara til báðar deildirnar hevur brotið lógina.




